Kate Sandersson
????
Kjakið um útlendingapoltikk í Føroyum hevur seinastu tíðina verið fokuserað á ta seinu, tíðum mest sum tilvildarligu málsviðgerðina, bæði í Føroyum og í Danmark, tá einstakir útlendingar ynskja at fáa ella leingja uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum. At slík málsviðgerð nú eisini verður seinkað uppaftur meira orsakað av vantandi týðing av tilmælum frá Innlendismálaráðnum er beinleiðis skomm.
Í hesum sambandi verður ført fram frá fleiri síðum, bæði frá politikarum og einstaklingum, at tíðin er komin til at Føroyar yvirtaka útlendingapolitikkin. Ongantíð betur um føroysku myndugleikarnir sjálvstøðugt kunna taka støðu til ynski hjá útlendskum ríkisborgararum at búgva og arbeiða í Føroyum í styttri ella longri tíð. Ein føroysk málsviðgerð eigur sjávlsagt at verða grundað á ein veruligan og sakligan politikk, sum leggur upp fyri tørvinum hjá tí einstaka og familjuviðurskiftum hansara/ hennara, arbeiðsmarknaðarviðurskiftum og samfelagsmenningini sum heild, umframt at veita fakliga og gjølliga kunning og ráðgeving um treytir og mannagongdir.
Tað sýnist í hvussu er at vera stór semja um, at hetta er eitt sjálvsagt málsøki at seta á yvirtøkulistan. Men tað, sum vantar, tá talan er um útlendingapolitikk í dag, er eitt breiðari kjak um samfelagsumstøður og teir veruligu møguleikarnar hjá útlend-ingum at gera síni sjónarmið galdandi sum borgarar í føroyska samfelagnum - eitt kjak, har útlendingar eisini kunnu kenna seg tryggar við at luttaka við sínum meiningum um politikkin, ið nú verður førdur. Í alt ov stóran mun fer kjakið bert fram millum føroyingar, og fyri tað mesta bert millum tingfólk, sum satt at siga ikki altíð hava bestu fyritreytir fyri at úttala seg um viðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum yvirhøvur.
Støðan í dag er tíverri tann, at Føroyar eru einasta norðurland, sum ikki geva útlendskum ríkisborgararum valrætt og valbæri á kommunuvalum. Í øllum øðrum norðurlondum, umframt fleiri londum á europeiska meginøkinum og aðrastaðni í heiminum fáa útlendenskir ríkisborgarar møguleika at luttaka á kommunuvali, tá ið teir hava verið fastbúgvandi eitt ávíst tíðar-skeið, t.d tíðarskeiðið, ið krevst til at fáa varandi uppihaldsloyvi.
Tað var tí at fegnast um, at Annita á Friðríksmørk tann 23. februar setti ein fyrispurning í tinginum um júst hetta málið. Svarið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum hevur hinvegin ? í hvussu er fyribils - sent málið aftur í fjargoymsluna. Víst varð í svarinum á, at spurningurin um valrætt og valbæri hjá útlendingum ?ikki er so einfaldur.? Sagt varð, at ein rúgva av sínámillum avtalum krevst millum Føroyar og øll tey lond, haðani útlend-ingar í Føroyum koma, til tess at tryggja, at føroyingar fáa somu rættindi í viðkomandi londum. Strasbourg sáttmálin varð tikin fram sum grundgeving fyri hesum. Og at enda varð sligið fast, at málið bert fór at verða viðgjørt aftur, um onnur (fyribils ókend!) broyting ella broytingar kortini skuldu gerast í kommunuvallógini.
Strasbourg sáttmálin frá 1992 (Convention on the Participation of Foreigners in Public Life at Local Level), sum Europaráðið lat orðað og kom í gildi í mai 1997, tekur ikki útgangsstøði í sínámillum avtalum millum tey lond, ið hava løgfest hann. Endamálið við sáttmálanum er stutt og greitt at bøta um møguleikar hjá fastbúgvandi útlendingum at laga seg til tað samfelag, teir eru komnir til.
Sáttmálin bindur partarnar til at tryggja útlendingum somu grunnleggjandi rættindi, sum teirra egnu borgarar hava, so sum talufrælsi og fundarfrælsi. Eisini áleggur sáttmálin pørtunum at tryggja útlendingum nøktandi kunning um rættindi og skyldur teirra í lokala samfelagnum. Harumframt leggur sáttmálin upp til, at útlendingar fáa valrætt og valbæri til kommunuval, tá ið teir hava verið búsettir í sama landi í 5 ár. Í viðmerkingunum til sáttmálan verður tikið fram, at upprunaliga var ætlanin, at sáttmálin bert skuldi umfata sínámillum valrætt og valbæri hjá sáttmálapørtunum. Men undir samráðingunum varð staðfest, at hetta kortini ikki hevði verið í fullum samsvari við endamál sáttmálans, t.e. at bøta um møgu-leikarnar hjá øllum útlendingum at virka í lokala samfelagnum, men kundi havt við sær, at mismunur varð gjørdur millum ymisk fólk í samfelagnum. Eisini varð víst á, at í flestu londum har útlendingar longu høvdu valrætt, tá sáttmálin varð gjørdur, var ein tví-landa avtala við heimalandið hjá viðkomandi ikki ein treyt (t.d Danmark, Noreg og Svøríki). Fimm ára tíðarskeiðið, ið nevnt er í sáttmálanum hevur støði í at fimm ár eru longsta áramál, ið nakar sáttmálapartur setur fyri at útlendingar kunna søkja um varandi uppihaldsloyvi, og skal tískil tulkast sum hámark heldur enn lágmark.
Í grein 1, stykki 2 í føroysku kommunuvallógini frá 19. juni 1972 (seinast broytt 11. oktober 2004) stendur, at ríkissborgarar úr hinum norðurlondum hava valrætt og valbæri til kommunuval, um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan valinum.
Kommunuvallóggávan í Føroyum ger sostatt mismun á fólki. Meðan norðurlendskir ríkisborgarar eftir 3 ár kunnu atkvøða og stilla upp til kommunuval, fáa aðrir ríkisborgarar, uttan mun til hvussu leingi teir hava havt fastan bústað her á landi, onga ávirkan á avgerðir í síni heima-kommunu.
Í árbókini fyri Føroyar 2004 (talva 2.30) er eitt yvirlit yvir útlendskir rískiborgarar, sum vísir, at talið á norðurlendskum ríkisborgarum í Føroyum per 31.12.03 var 316, meðan talið á ríkisborgarum úr øðrum londum var heili 666. Hóast hvørki aldur ella grundarlag fyri uppihaldi í Føroyum er tiskilað í hesum yvirliti, er tað kortini greitt, at talan kortini er um ein rættliga stóran bólk av borgararum, ið onga veruliga rødd hava í sinum lokala samfelagi. Politikarar máttu duga at sæð, at her eru munaverdar atkvøður at heinta á einum komandi kommunuvali.
Um Føroyar skulu teljast millum heimsins fremstu tjóðir um 10 ár, er sera umráðandi, at demokratisku viðurskiftini hjá øllum samfelagsborgarunum eru í lagi. Valrætt og valbæri til kommunval eiga allir fastbúgv-andi útlendingar í Føroyum at hava. Løgtingið eigur tí bæði skjótt og brátt at gera ta lítlu broytingina í kommunvallóggávuni, sum krevst, soleiðis at í staðin fyri ?ríkisborgarar úr hinum norðurlondum? kemur at standa ?ríkisborgarar úr øðrum londum?. Einki er at bíða eftir.