Mikkjal N. Helmsdal, rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
...........
Hesar seinastu dagarnar hava miðlarnir gjørt nógv burturúr, at ein næmingur er burturvístur frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði fyri at hava parkerað tvær ferðir á skúlans øki uttan loyvi.
Av tí, sum higartil er komið fram, er lætt at fáa ta fatan, at talan er um eitt reint ferðslu- og parkeringsmál, og tá er væl skiljandi, at málið fyri uttanfyri standandi sær margháttligt út, og at revsingin tykist sera ógvislig í mun til brotið. Málið verður framsett sum, at ein næmingur fær sína framtíð lagda í oyði fyri eitt brot, sum samfelagið annars revsar við eini bót upp á 200 kr.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið sær ikki málið sum ein parkeringsspurning, men sum eitt mál um trygd skúlans. Umrøddi næmingurin er ikki burtuvístur fyri, sum tikið hevur verið til, “at parkera á skeivum stað” ella “at parkera har, sum bara lærarar havi loyvi at parkera”, men fyri í tveimum førum at hava sett atlitið til trygdina á skúlanum til viks.
Í Hoydølum hava 800 fólk sína dagligu gongd, og skúlin hevur 50 parkeringspláss. Samstundis eru til- og frákoyringarumstøðurnar trongligar og tvørligar. Undir hesum umstøðum er ikki møguligt at geva parkeringina á skúlans øki leysa uttan at skapa ein ruðuleika, sum vil gera tað ógjørligt at fáa sjúkra- ella sløkkiliðsbilar fram til skúlan, tá tørvur er á tí. At hava skipaði parkeringsviðurskifti á skúlanum er tí ein trygdarspurningur, og vantandi tamarhald á parkeringini er ein ítøkiligur trygdarvandi, sum, um ringast vil til, kann kosta mannalív í sambandi við eldsbruna, vanlukku ella akutta sjúku.
Tær núverandi parkerings- og trygdarreglurnar vórðu innførdar í august 2007, og síðani tá hava allir næmingar verið væl og virðiliga kunnaðir um tær, bæði um trygdaratlitini, sum liggja til grund fyri teimum, og um strongu avleiðingarnar av at bróta tær, sum eru ásettar júst av trygdarávum. Hetta hava næmingarnir skilt, tí brotini á reglurnar hava verið lutfalsliga fá, og eingi verulig mótmæli hava verið fyrr enn nú eftir knøpp fýra ár, tá reglurnar fyri fyrstu ferð fáa ítøkiligar fylgjur fyri ein næming, ið hevur brotið tær tvær ferðir.
Reglurnar innibera í stuttum, at næmingar og lærarar skulu hava skrivligt loyvi at parkera á skúlans øki. Tá ein næmingur brýtur reglurnar fyrstu ferð, fær hann eina skrivliga ávaring, har gjørt verður greitt, at brýtur hann reglurnar aftur, er næsta stigið burturvísing. Loyvini verða givin eftir tørvi, soleiðis at lærarar fáa parkeringsloyvi fyri at kunna koma til og frá skúlanum, tá teir hava tímar, og næmingar fáa parkeringsloyvi, um teir t.d. eru tilkomnir og hava smá børn, ið skulu latast og heintast áðrenn og eftir skúlatíð, hava kropsligt brek ella skaða, ið ger tað tvørligt at ganga longri teinar ella taka einstakar lærugreinir, meðan teir hava annað arbeiði uttan fyri skúlan, og tí hava tørv á at koma skjótt til og frá, tá teir skulu til undirvísing.
Fyriuttan at fremja trygdina á skúlanum, tryggja parkeringsreglurnar soleiðis, at tey alt ov fáu parkeringsplássini koma teimum til góðar, sum hava størst tørv á teimum.
Tað vóru tríggjar hendingar, ið leiddu til, at skúlin innførdi parkerings- og trygdarreglurnar í august 2007.
Í 2004 royndi Brunaumsjón Landsins til fánýtis at fáa ein sløkkiliðsbil oman til skúlan. Í hesum sambandi átalaði brunaumsjónin hvassliga vantandi brunatrygdina, sum stóðst av óskipaðu parkerings og ferðsluviðurskiftunum í Hoydølum.
Sum fylgja av hesum setti Mentamálaráðið ein arbeiðsbólk við umboðum fyri skúlan, Mentamálaráðið, Landsverk, Tórshavnar Kommunu og Skógfriðingarmyndugleikan, sum gjørdi eina verkætlan fyri at bøta um ferðslu- og parkeringsviðurskiftini í Hoydølum. Í 2006 játtaði Løgtingið neyðuga peningin, og í januar 2007 varð farið undir arbeiðið. Men í februar sama ár, steðgaðu Tórshavnar Kommuna og Skógfriðingarmyndugleikin arbeiðinum, ið tey annars sjálvi høvdu verið við til at leggja til rættis. Síðani tá hevur verið ógjørligt at komið víðari við nøkrum æltanum um at bøta um ferðsluviðurskiftini í Hoydølum.
Í juni 2007 brann gamla gentukostdeildin í grund. Hetta hendi til alla lukku uttan fyri skúlatíð. Men var tað hent í skúlatíð, so hevði ikki verið gjørligt hjá sløkkiliðsbilunum at sloppið framat, og sannlíkt hevði eisini eldurin eisini fest í fleiri bilar, sum plagdu at standa parkeraðir tætt upp at bygninginum.
Tað var eftir hendan eldsbrunan, at tað gjørdist leiðslu skúlans greitt, at parkeringsóskilið, sum valdaði við skúlan, var ein ítøkiligur vandi fyri vælferð og heilsu hjá næmingum og starvsfólkum. Og tað var eins greitt, at ongin myndugleiki oman fyri skúlan fór at gera nakað fyri at loysa hetta vandamálið.
Neyðugt var tí hjá skúlanum sjálvum at gera nakað álvarsligt fyri at fáa tamarhald á parkeringini í Hoydølum, og tí vórðu trygdar- og parkeringsreglurnar settar í gildi. Reglurnar eru strangar, tí rektarin á skúlanum hevur ikki aðrar møguleikar enn at nýta ásetingarnar í studentaskúla- og HF-kunngerðunum um skilhaldsreglur, har einastu tøku revsingarnar eru ávaringar og burturvísingar. Afturfyri hevur skúlin so nýtt nógva orku uppá, at kunna næmingarnar væl um orsøkirnar til, at reglurnar eru ásettar, og um fylgjurnar av at bróta tær.
Sum rektari er tað sjálvandi ikki hugaligt, at tað skal ávirka framtíðina hjá einum næmingi at hava brotið trygdarreglur skúlans. Men hinvegin veit einhvør næmingur á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, hvørjar reglurnar eru og hvørjar fylgjurnar eru av at bróta tær. Næmingurin hevur eitt val í mun til reglurnar.
Sum rektari vildi eg haft tað verri, um skúlin onga ábyrgd tók av viðurskiftunum, lat standa til, og at ein eldsbruni, ein vanlukka ella akutt sjúka førdi til, at næmingar ella starvsfólk fingu álvarsligan skaða ella lótu lív, tí hjálp ikki fekst fram orsakað av ferðsluóskilinum, sum valdaði kring skúlan.
Leiðsla skúlans fær í hesum døgum harðar ákoyringar frá m.a. Marjus Dam, ið sum løgtingslimur einki hevur gjørt fyri at loysa parkeringstrupulleikarnar hjá skúlanum. Men onkursvegna kenni eg á mær, at teir politikarar, sum harta skúlan fyri at taka ábyrgd av einum trupulleika, ið teir sjálvir áttu at loyst, neyvan høvdu staðið við okkara lið, um ein vanlukku veruliga var hend, og skaði ella mist mannalív stóðust av, at tað ikki bar til hjá sjúkra- ella sløkkiliðsbili at sleppa fram til skúlan í tøkum tíma.
Næmingurin, sum málið snýr seg um, fekk ætlanarskriv um burturvísing tann 14. desember 2010. Av tí at hetta var fyrstu ferð, at eitt slíkt mál varð sent Mentamálaráðnum til kæruviðgerð, gjørdist málsviðgerðin drúgv og endaliga staðfestingin hjá Mentamálaráðnum fyrilá ikki fyrr enn 15. apríl. Tað vil siga, at næmingurin hevur livað í óvissu í 4 mánaðir.
Skúlin er sera nøgdur við, at Mentamálaráðið í viðgerðini av kæruni hevur góðkent grundgevingar skúlans fyri parkerings- og trygdarásetingunum og fyri teimum revsingum, sum fylgja við. Hetta er týdningarmikið fyri, at framhaldandi at varðveita trygdina kring skúlan.
Nú Mentamálaráðið hevur viðgjørt og góðkent grundarlagið undir umsiting skúlans av parkerings- og trygdarreglunum, vil tað frameftir verða gjørligt at viðgera mál av hesum slagi munandi skjótari. Tað vil tí ikki undirgrava reglur skúlans, um atlit verða tikin til ta drúgvu málsviðgerðina og tað harav avleidda stóra menniskjansliga trýstið, sum nú burturvísti næmingurin hevur verið undir.
Eg havi tí í dag heitt á Mentamálaráðið um –orsakað av drúgvu málsviðgerðini í hesum førinum- at taka aftur revsingina hjá hesum næminginum og loyva viðkomandi at fara til próvtøku eftir vanligum treytum.