Ólavur í Beiti
Í byrjanini til viðmerkingarnar í minnilutaálitinum frá Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen, verður sagt, at eftir mikið politiskt stríð eydnaðist farnu samgongu undir sambandsleiðslu at fáa føroyska búskapin á føtur aftur við javnvág og avlopi á landsins fíggjarlóg.
? Nú við árslok kann fullveldissamgongan við Fólkaflokkinum á odda reypa sær av einum 3 sifraðum millióna avlopi á komandi fíggjarlóg, verður sagt í hesum minnilutaálitinum.
Hækkingar
Og minnilutin sigur víðari, at hann í ávísan mun tekur undir við uppskoti landsstýrisins við seinni broytingum, av tí at tað fyri størsta partin byggir á tær raðfestingar og ta kós fyri samfelagsmenningina, sum undanfarna landsstýrið stakk út í kortið.
? Minnilutin ger tó vart við, at nýggja landsstýrið nærum ikki hevur tikið hædd fyri teim útreiðsluhækkingum, sum standast av nýggjari lóggávu, sum boðað er frá, at landsstýrið ætlar at fremja. Sostatt kann roknast við einum streymi um umbønum um eykajáttan í komandi ári.
Pensionistar
Og Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen gera vart við, at nú er tíðin komin til at hjálpa serliga einum bólki, sum merkti sviðan av kreppuni, sum var.
? Tí mælir minnilutin vegna Sambandsflokkin til at hækka viðbøturnar hjá fólkapensionistunum munandi. Teir pensionistar, sum eru ringast fyri, eiga at fáa munandi ábót nú. Tað kann ikki vera rætt at gera stórar hækkingar í tingmannalønunum, mæla til skattalækkingar og hópin av yvirtøkum, ið allar kosta nógvan pening, samstundis sum bondini og rættindini, sum vit enn hava sum partur av størri samfelag verða kvett, og meðan føroyski fólkapensionisturin ikki fær endarnar at røkka saman fíggjarliga. Her verður mælt til eina hækking upp á 51.500 tús.kr. (oman á javningina), sigur minniluti Sambandsfloksins í fíggjarnevndini.
Barnaansing, mentan o.a.
Viðvíkjandi barnaansingarøkinum, sigur minnilutin, at tað er stórur tørvur á ansingarplássum, og hesin tørvur veksur, tess meira virksemi er í samfelagnum. Føroyska samfelagið er broytt, so tað nyttar ikki at berjast ímóti. framhald av síðu 22
Tess fleiri arbeiðspláss, vit ynskja, tess fleiri ansingarplássum verður tørvur á. Her mælir Sambandsflokkurin til eina hækking í játtanini upp á 2.400 tús. kr., sjálvt um langt enn er á mál.
? Á mentanarliga økinum mælir minnilutin til, at tað landsumfatandi virksemið, sum verður framt, verður styrkt við, at játtanin til Leikpall Føroya verður hækkað við 500 tús.kr. Tónleikur og sangur við 200 tús. kr., Musikkskúlar við 500 tús.kr. og kontoin til Bókasøvn verður hækkað við 800 tús. kr., harumframt er ein hækking til ítróttin við 100 tús. kr.
Stuðulsskipanir
Minnilutin vísir á, at í tí sakliga orðaskiftinum hesi seinastu árini eru tey flestu á einum máli um, at almennu studningsskipanirnar virka avlagandi upp á vinnulívið. Somuleiðis er semja um, at avtøka av studningsveitingum hevur havt positiva ávirkan, virkar stimbrandi og fremur eitt sunnari vinnulív.
? Hetta nýggja landsstýrið hevur boðað frá, at tað leggur nýtt lógaruppskot fyri løgtingið um stuðul til endurnýgging av feskfiskaflotanum, hóast sakkunnleikin mælir frá og sigur, at flotin er ov stórur sum er. Í hesum sambandi hevur landsstýrið sett 40 mió.kr. á fíggjarlógaruppskotið.
Og Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen mæla til at lækka hesa konto til 10 mió.kr. og at strika játtanina upp á 6 mió.kr. til sjálvstýrismál.
1. februar
Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen siga at enda í viðmerkingunum, at fyri at fíggja tær hækkingar, ið minniluti mælir til, verður harumframt mælt til at brúka tær 20 mió.kr. , sum meirilutin mælir til í sínum broytingaruppskoti at hækka á konto 20: Inntøkur.
? Verður fíggjarlógin samtykt samsvarandi hesum broytingum, leggur Sambandsflokkurin fram broytingaruppskot til lóg um almannaveitingar v.m. og broyting í lóg um skatt til ávísar pensionistar (pensiónsfrádrátt) áðrenn 1. februar 1999.