Í blaðnum í gjár hevði ein villa tíverri sníkt seg inn, tá vit viðgjørdu dystin millum B36 og KÍ.
Í práti við Hjalgrím Elttør eftir dystin varð staðfest, at KÍ nú ikki hevði vunnið síðani fyrsta dystin móti HB, men hetta er tó ikki heilt rætt.
KÍ vann nevnliga eisini dystin í triðja umfari. Hesin var á útivølli móti GÍ, og tá vann KÍ 2-1. Hetta var tó gloppið í minninum hjá útsenda blaðmanninum, og helst eisini hjá Hjalgrími, sum staðfesti, at tað als ikki hevði gingið eftir vild hesar fýra dystirnar.
So kanska er tað nakað um orðini hjá FCK-stjóranum, Flemming Østergaard. Hann plagar at taka til, at tað ringasta við tíðindafólki er teirra stutt-tíðarminni!
Í øllum førum biðja vit bæði lesarar og KÍ um at bera yvir við okkum um mistakið.