Umbering til Ólav Petersen í Sørvági

   

Á síðu 11 í blaðnum leygardagin stendur ein grein hjá Ólavi Petersen, nevnd »Føroyingar á altjóða svartalista«. Saman við greinini er mynd av Ólavi Petersen í Sørvági. Her er komið bland í, tí tað er ikki Ólavur Petersen í Sørvági, sum skrivað hevur. Vit biða hann umbera okkum mistakið.