Í eini politiskari viðmerking um vikuskiftið, havi eg gjørt Rás2 órætt. Eg vildi vera við, at Gerhard Lognberg hevði fingið “fría talutíð á Rás2” í sambandi við hansara atfinningar móti sínum egnu og samgongunnar avgerðum. Hetta er ikki rætt. Gerhard Lognberg hevur ikki verið samrøddur um hetta mál á Rás2, men varð bert endurgivin úr eini grein. Eg biði um umbering fyri mistakið.