Umboðsmaðurin feldi fulltrúan

Niðurstøðan hjá umboðsmanninum er einasta grundin til, at ein fulltrúi varð sagdur úr starvi í Fiskimálaráðnum. Sostatt eru leysasøgurnar um, at tað eisini eru persónlig viðurskifti, ið gera seg galdandi, gjørd til skammar

Tað er eina og aleina niðurstøðan hjá Løgtingsins umboðsmanni, ið liggur til grund fyri, at ein fulltrúi er uppsagdur í Fiskimálaráðnum.
Tað gongur fram av brævi, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tann 31. oktober sendi Kaj P. Mortensen, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum. Sosialurin hevur fingið innlit í brævið.
Víst verður til niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum, sum gav Fiskimálaráðnum eina átalu fyri, at álvarsligt brot varð framt á lóggávuna, tá ein blaðmaður søkti um alment innlit.
Í brævinum til aðalstjóran sigur Jacob Vestergaard, at hann metir niðurstøðuna at vera »sera álvarsliga«, og kann hann tí »als ikki góðtaka handfaringina av hesum máli«. Hann sigur seg »hava mist álit á saksviðgerðan«, sum tí ikki eigur at halda fram í starvi hjá Fiskimálaráðnum og »eigur hetta at vera honum gjørt greitt beinanvegin«.
Sostatt er púra greitt, at tað er niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, sum er atvoldin til, at fulltrúin er uppsagdur. Tað hevur verið róð framundir, at tað eisini eru persónlig viðurskifti, sum liggja til grund, men sambært hesum brævinum, har ordrin til uppsøgnina verður givin, er tað ítøkiliga málið, sum var nóg mikið, til at fulltrúrin varð uppsagdur. Tað heldur Búskapar- og løgfrøðingafelagið verða í so hart.