Umboðanin á Fólkatingi hevur stóran týdning

Kjakið um fólkatingssessirnar, og hvat teir skulu brúkast til, er javnan uppi at venda. Nú fólkatingsval stendur fyri framman, kann væntast, at hetta kjakið stingur seg upp aftur. Tískil er av stórsta týdningi at gera greitt, hvussu týðandi tann føroyska fólkatingsumboðanin er.

 

Ymiskt er, hvat flokkarnir í Føroyum halda um sessirnar, og hvat teir skulu brúkast til. Summi vilja niðurleggja sessirnar, onnur vilja brúka sessin til at gera lívið hjá donsku stjórnini stríggið. Og so er tað Sambandsflokkurin, ið ynskir at brúka sessin á ein skilagóðan og semjusøkjandi hátt. Tað er ein sannroynd, at tað semjusøkjandi samstarvið í Ríkisfelagsskapinum røkkur longst, og at tað í seinna enda berur við sær stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar.

 

Sambandsflokkurin er einasti politiski flokkur í Føroyum, sum heilhjartaður gongur inn fyri, at Føroyar eiga eitt natúrligt pláss í Ríkisfelagsskapinum. Tað eru nógv fleiri fyrimunir enn vansar fyri føroyingar og Føroyar í Ríkisfelagsskapinum. Av tí sama er tað eisini natúrligt, at flokkurin hevur umboð í Fólkatinginum.

 

Eftir mínum tykki er ein av høvuðsuppgávunum hjá einum Sambands-fólkatingslimi at samstarva við danskar flokkar og ráðharrar, um at verja vunnin rættindi og at vinna føroyingum og Føroyum nýggj rættindi og fyrimunir í samstarvinum við Danmark og Grønland. Ein sambandsrødd á fólkatingi er eitt bindilið millum føroyskar og danskar myndugleikar og skal tryggja eftirlit og uppfylging av teimum málum, sum eru av týdningi fyri Føroyar.

 

Tað er ein sannroynd, at fleiri mál, sum hava beinleiðis týdning fyri Føroyar og tað føroyska samfelagið, verða umsitin í Danmark. Her er talan um m.a. løgregluna, ákæruvaldið, kriminalforsorgina og samlaða uttanríkis- og verjupolitikkin í Ríkinum. Felags fyri øll hesi mál er, at tað er ein stórur fyrimunur fyri Føroyar at samstarva á hesum økjum – og tað er bert við einum semjusøkjandi anda, at vit menna og betra um hesi málsøkir, til frama fyri Føroya fólk.  

 

Umboðanin á Fólkatingi hevur stóran týdning, og Sambandsflokkurin vil tað semjusøkjandi samstarvið í Ríkinum, tí tað gevur stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar. Tí vil eg bjóða meg fram sum valevni fyri Sambandsflokkin til komandi fólkatingval.

 

Anna Falkenberg,

fólkatingsvalevni fyri Sambandsflokkin