Umdystir vera avskaffaðir í heimsins elstu fótbóltskapping

153 ára gamla steypakappingin, FA Cup verður fyri nøkrum broytingum til komandi kappingarár

Hon er heimsins elsta fótbóltskapping, FA Cup steypakappingin í Onglandi, men nýggjar tíðir krevja nýggjar framferðarhættir, og nú verður 153 ára gamla kappingin fyri broytingum til komandi kappingarár. 

 

Eitt sum hevur verið galdandi fram til fimta umfarið í FA Cup er, at endar ein dystur við javnleiki verður ein nýggjur dystur leiktur á vøllinum hjá útiliðinum í tí fyrra dystinum. Í gomlum døgum var tað galdandi fyri øll umfør.

 

Tann 153 ára gamla siðvenjan fer nú í søguna. Endar ein dystur við javnleiki, so verður longd leiktíð og brotssparkskapping til ein vinnari av dystinum er funnin.

 

Framyvir skulu allir dystirnir í øllum umførunum spælast í vikuskiftunum. 

 

Avgerð er eisini tikin um, at finalan í FA Cup skal spælast áðrenn kappingin í Premier League endar. Tey flestu árini hevur talan verið um seinasta dystin í kappingarárinum. 

 

Leygardagin klokkan 17.15 spæla Chelsea og Manchester City hálvfinalu á Wembley leikvøllinum í London. Dagin eftir klokkan 15.30 møtast Coventry City og Manchester United í hinari hálvfinaluni á sama leikvølli. 

 

Finalan verður leikt leygardagin 25. mai klokkan 15.