Umdystur í FM-finaluni

Tað er stórt drama í seinasta umfari í føroyameistarakappingini í talvi  fyri lið.

Toppdysturin millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag er júst liðugur. Havnarmenn vunnu 3-1. Tað ber í sær, at neyðugt verður við umdysti teirra millum um sjálvt FM-heitið. 

 

Í umdystinum, sum byrjar hvørja løtu, verður kappast í kviktalvi. Tá hava telvararnir á leið eitt korter í part. Endar dysturin javnur, verður farið yvir í snartelving.

 

Fylgjast kann við á heimasíðu Talvsambandsins. Viðmerkjarar eru til dystin.

 

Dysturin í dag endaði soleiðis:

 

Sandavágur - Havnin 1 - 3

 

Rógvi - Helgi ½ - ½

 

Høgni - Martin 0 - 1

 

Silas - Olaf 0 - 1

 

Jón - Luitjen ½ - ½