Umfatandi barnasmugling avdúkað

Myndugleikarnir í Danmark, Noregi og Svøríki hava av­dúkað eitt kinesiskt smuglakakervi, sum hevur smuglað nógv børn úr Kina til Norðurlond

Herfyri avdúkaði danska løg­reglan eini kinesisk hjún, sum høvdu tikið trý kinesisk børn úr einari flóttafólkalegu á Sælandi, og avdúkingar í Noregi og Svøríki vísa nú, at talan er um eitt væl skipað kervi, sum hevur smuglað umleið 150 børn úr Kina til Norðurlond.
Í Danmark siga mynd­ug­leik­­arnir, at har eru um­­leið 30 kinesisk børn og ung­fólk horvin, í Noregi sóknast løgreglan eftir fleiri kinesiskum børnum, og svenska løgreglan sigur, at har eru umleið 90 kinesisk børn og ungfólk horvin.
Løgreglan í Stockholm hevur tikið tveir kinesarar, ein mann og eina kvinnu, og tey eru nú varðhaldsfongslað og skuldsett fyri grova manna­smugling. Í íbúðini hjá teimum fann løgreglan væl av pengum, og tí verður nú kannað, um talan kanska eisini er um mannahandil, skrivar tíðindastovan TT. Ein annar møguleiki er, at børnini verða rænd, og at smuglararnir selja summi av gøgnum teirra.
Kanningarnar higartil hava víst, at tey flestu smuglaðu børnini og ungfólkini eru úr landspørtunum Fujian og Zhejiang har eysturi í Kina.