Sandvík: Tað var óhugaligt hjá fólki í Sandvík at koma á føtur sunnumorgunin. Fleiri bilar í bygdini høvdu verið útsettir fyri herverki, og onkur hevði fingið stóra skaða.
Onkur hevur skøvað bilarnar illa, og harðast rakti bilurin hevur fingið skaða fyri eini nakrar 10.000 krónur.
Løgreglan í Suðuroy fekk beinanvegin fráboðan um tilburðin, men yvirvøldin stendur á berum.
Fólk í Sandvík halda seg vita, at einki var hent bilunum um hálvgum trýtíðina sunnunáttina. Tí má herverkið verða framt millum hálvgum trý og klokkan hálvgum nýggju um morgunin, tá fólk gjørdust varug við skaðarnar.
Løgreglan í Suðuroy vil gjarna í samband við fólk, sum kunnu hjálpa løgregluni við upplýsingum í hesum málinum.