Í morgun hava suðuroyingar boðað frá, at umfatandi herverk hevur verið á stadionøkið í Vági.
Herverk er bæði á VB húsið, á skýlini og alt rundan um har.
Løgreglan er nú í ferð við at kanna málið, so enn er óvist, hvussu umfatandi tað er.
Annars hevur løgreglan havt eitt sindur av hvørjum í nátt.
Ein maður hevði til fragd at vísa løgregluni afturpartin, men tað fær hann so eina bót fyri.
Náttina brúkti løgreglan eisin høvi til at kanna skeinkistøð í Havnini, men har var alt, sum tað skuldi vera, uttan okkurt bagatell, so tey, sum hava skeinkistøð, ansa eftir, at hava viðurskiftini, sum lógin fyriskrivar.
Men í natt tók løgreglan ein mann fyri harðskap. Tað var í sambandi við ein bardaga, at ein maður rakti ein annan so meint, at hann endaði á Landssjúkrahúsinum, har hann seymaður aftur.
Harðskapsmaðurin varð tikin á støðina og har situr hann framvegis, tí nú skal støða takast til, um hann skal latast leysur ella um hann skal í grundlógaravhoyring við kravi um at verða varðhaldsfongslaður.
Og so vísti løgreglan í gjár eisini, at ein skal ikki føla seg tryggan at koyra bil við kenning, hóast tað er mitt um dagin.
Mitt um seinnaparin í gjár steðgaði løgreglan einum í vanligum eftirliti og tá vísti tað seg, at bilførarin hevði kenning, so hann frættir aftur frá løgregluni.
Myndirnar tók Dagfinn Olsen