Umfatandi mál um siðamisbrot

Ein 43 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina smágentu og fyri at hava tikið barnapornografiskar myndir av internetinum Dyrnar í rættarsalinum í Føroya rætti eru væl latnar aftur, meðan eitt umfatandi mál um siðamisbrot verður viðgjørt.

Tað er ein 43 ára gamal maður, sum er ákærdur fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á eina smágentu fyri tveimum árum síðan. Gentan var tá fýra ára gomul.

Haraftrat er maðurin ákærdur fyri at hava tikið niður barnapornografiskt tilfar av internetinum.

Maðurin noktar seg sekan í øllum.

Eina lítla løtu í dag vórðu rættardyrnar latnar upp, meðan ein danskur teldukønur politistur greiddi frá, hvussu politiið kannar teldur fyri barnapornografiskt tilfar.