Umfatandi rakettálop í Zaporizjia

Álopið á Zaporizjia í morgun kemur eftir, at Russland í gjár skeyt eina røð av rakettum eftir ukrainskum býum, sum hevnd fyri álopið á Krim-brúnna.

Sambært ukrainska tíðindamiðlinum, Interfax, er Zaporizjia-regiónin í Ukraina rakt av fleiri rakettálopum í morgun.

 

Tað váttar borgarstjórin í Melitopol, Ivan Fedorov, á Telegram. Hann vísir á, at talan er um einari 15 spreingingar, sum vóru um 06-tíðina í morgun. 

 

Sambært borgarstjóranum, sum Interfax endurgevur, eru fleiri fólk deyð í álopunum, og undirstøðukervið í økinum er rakt.

 

Ivan Fedorov heldur, at rakettirnar eru skotnar úr hersetta býnum, Tokmak í Ukraina.

 

Býráðsskrivarin í Zaporizjia, Anatoliy Kurtev, skrivar á Telegran, at russisku rakettirnar eitt nú hava rakt ein útbúgvingarstovn, ein heilsubygning og ein íbúðarblokk.

 

Myndugleikarnir í Ukraina hava heitt á sínar borgarar um at halda seg í bumburúmunum í dag, tí mett verður, at vandi er fyri nýggjum russiskum rakettálopum, sum dagurin gongur.

 

Álopið á Zaporizjia hendir dagin eftir, at Russland í gjár skeyt eina røð av rakettum eftir ukrainskum býum, sum hevnd fyri álopið á Krim-brúnna.

 

Í ukrainska høvuðsstaðnum vórðu tríggir skúlar, ein barnagarður og 45 íbúðarbygningar raktir av russisku rakettunum í gjár, veit borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Vitalij Klitsjko, at siga.

 

Í minsta lagi 19 fólk vórðu dripin, og fleiri enn hundrað fólk vórðu løstað í álopunum í gjár.