Umfatandi umvælingar í klaksvíkar svimjihøll

Klaksvíkar kommuna skrivar, at umfatandi umvælingar í Svimjihøllini hava við sær, at baðilandi verður stongt komandi fimm vikurnar

Eisini heittvatnshylurin hevur teknisk brek í løtuni, og tí er bara 25 metrahylurin og vælveruøkið opið.

 

Roknað verður við at baðilandið verður opið aftur miðskeiðis í desember. Hetta tíðarskeiðið hevur svimhøllin opið sum vanligt.