Umfatar alt

Danska alivinnan hevur nú valt at skipa seg í eitt felag, sum skal styrkja um vinnuna. Felagið umfatar øll liðini í framleiðsluni. Bæði alarar, fóðurframleiðarar, góðskingarvirki og útflytarar eru í nýggja felagnum, sum kallar seg Dansk Akvakultur. Umleið 300 limir eru í felagnum, og limirnir framleiða okkurt um 50.000 tons av fiski. Útflutningsvirðið er ein milliard krónur um árið. Formaður í Dansk Akvakultur er alarin Jacob Bregnballe frá Asnæs Fiskeopdræt. Nýggja felagið heldur til á HC Andersens Boulevard í Keypmannhavn.

-hkm