Umhugsa at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya

Paul Watson hevur brotið føroyska lóg fleiri ferðir, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fram spurnignin, um Paul Watson.

– Hann hevur eisini brotið føroyska lóg fleiri feðrir, uttan at verða rættarsøktur, segði Høgni Hoydal, sum eisini segði, at hann hevur tosað við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum.

Dimma.fo hevur spurt Bjarna Kárason Petersen, sum tó ikki hevur stórvegis viðmerkingar.

 í løtuni.

Hann sigur við Dimmalætting, at tey kanna møguleikan fyri at biðja um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til Føroya. Men enn er eingin avgerð tikin, tí fyrst skal greiða fáast á lógargrundarlagnum, og tá ið tað er avgreitt, verður endalig støða tikin, sigur landsstýrismðaurin við lógarmálum við Dimmalætting.