Umhugsa at keypa umstríddar oyggjar

Japan umhugsar at keypa nakrar oyggjar í Eysturkinesiska Havinum, sum Japan, Kina og Taiwan stríðast um. Stjórnin í Tokyo leggur kortini dent á, at hugskotið um at keypa skal ikki tulkast, sum at stjórnin hevur slakað í kravinum um ræðisrætt yvir oyggjunum, sum eita Senkaku á japonskum.

-Tað er eingin ivi um, at Senkaku er ein partur av okkara ræðisøki, sigur forsætisráðharrin, Yoshihiko Noda.

Blaðið Asahi Shimbun skrivar, at japanska stjórnin umhugsar at keypa oyggjarnar frá einari japanskari familju, sum eigur tær. Oyggjarnar hava leingi verið privat ogn, og japanar hava búð har í mong ár. Men oyggjarnar hava stóran áhuga, tí tær liggja mitt í einari góðari fiskileið.