Umhugsa stuðul til donsk reiðarí

Í Danmark gloppa teir báðir stjórnarflokkarnir nú dyrnar fyri, at tað almenna kann lata donskum reiðaríum stuðul fyri at hjálpa teimum ígjøgnum kreppuna. Tað skrivar Børsen.

Orsøkin til vælvildina er, at í Týsklandi og Fraklandi hava myndugleikarnir gjørt av at stuðla teimum reiðaríunum, sum líða undir kapping frá asiatiskum reiðaríum, sum fáa almennan stuðul.

Jacob Jensen, sum er framsøgumaður hjá Vinstra í vinnumálum, harmast um, at tey stóru ES-londini ganga undan við almennum stuðuli, men sigur, at tá so er, hevur danska stjórnin einki í at velja.