Umhugsar at bjóða sigling hjá Strandferðsluni út

Landsstýrismaðurin í Innlendismálum umhugsar møguleikan at bjóða ein part av siglingini út til privat at røkja


Landsstýrismaður í innlendismálum kannar nú møguleikarnar fyri at bjóða fleiri rutur hjá Strandferðsluni út til privat at reka.
Tað boðaði hann frá á landsfundi fólkafloksins í leygardagin.
Jacob Vestergaard segði, at royndirnar av at einskilja siglingina ímillum Vágar og Mykines, høvdu
verið so góðar, at hann helt tað var ein gongd leið at royna at einskilja fleiri rutur hjá Strandferðsluni.
Í hesum sambandi hugsaði hann serliga um siglingina til útoyggjarnar, Skúvoyar, Fugloy og Svínoy og kanska aðrar við.
Síðani vit einskildu Mykinesleiðina, hava vit fingið eina munandi betri tænastu fyri somu játtan, sum var frammanundan og tí her hetta ein gongd leið at fara.
Hann sigur, at tann privati, sum yvirtók mykinesleiðina, hevur sett skjóttgangandi báti í sigling, so at túrurin nú er munandi skjótari at sigla, enn hann var.
Samstundis er gamla mykinesferjan, Súlan, brúkt til farmaflutning og alt hetta er hent, uttan at tað var neyðugt hjá landskassanum at spjaða meiri pening til ella at gera íløgur í nýgg skip.
- Spurningurin er, hvussu vit veita útoyggjunum so góða tænastu sum gjørligt og í hesum sambandi kann tað umhugsast at bjóða siglingina út til privat at røkja.