Umhugsar at fara frá

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Timothy Geithner, sigur nú, at hann umhugsar at fara úr ráðharrastarvinum, so skjótt stjórnin hevur fingið semju við republikanararnar um tølini í teirri næstu fíggjarlógini.

Tað skrivar tíðindastovan Bloomberg News.

Timothy Geithner er tann seinasti av toyminum, sum Barack Obama, forseti, setti at stýra fíggjar- og búskaparmálum, tá hann tók við forsetaembætinum. Ger Geithner álvara av ætlanini at fara frá, hevur eingin í fíggjar- og búskapartoyminum hjá forsetanum hildið alt valskeiðið.