Umhugsar at taka seg úr kirkjuliga fylgibólkinum

Bjarni Bæk, dómpróstur, er misnøgdur við, at ætlanin er at yvirtaka kirkjuna á ólavsøku, sama hvussu langt fyrireikingarnar eru komnar. Arbeiðið at yvirtaka fólkakirkjuna fekk í gjár Hans Jacob Joensen, bisp, at boða frá, at hann leggur frá sær eitt ár fyrr enn ætlað. Nú sigur Bjarni Bæk, dómpróstur, at hann umhugsar gjølla, um hann skal taka seg úr kirkjuliga fylgibólkinum.

Bjarni Bæk sigur við Útvarpið, at tað hevur ongan týdning fyri fólkakirkjuna, um tað gongur eitt ár ella tvey ella fleiri, áðrenn hon verður yvirtikin. - Tað er ein politisk avgerð, at fólkakirkjan skal yvirtakast. Og soleiðis má tað vera, tá vit hava eina fólkakirkju, sigur Bjarni Bæk.

-Men eg eri ónøgdur við, at yvirtøkan verður kroyst ígjøgnum á ólavsøku, og tað - sum tað tykist - líka mikið, hvussu langt fyrireikingarnar eru komnar. Tað meini eg, at fólkakirkan ikki hevur uppiborið, sigur dómprósturin.