Tíðin har internetsambandið fer ígjøgnum telefonkaðalin við sniglaferð er um at vera av. Í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík ber nú húsarhaldum til at fáa internetsamband við høgari ferð annaðhvørt ígjøgnum ravmagnskaðal, ella ígjøgnum fiburkaðal, ið verður lagdur inn í húsini.
Og hetta er møguliga ikki so langt frá at gerast veruleiki fyri føroyingar.
Íslendska fjarskiftisfyritøkan Lina.net, sum eigur og rekur kervið, ið gevur reykjavíkingum internetsamband ígjøgnum ravmagns- og fiburkaðalar, leitar eftir nýggjum marknaðum uttanlands, og fyritøkan hevur í fyrstu atløgu Føroyar í huganum.
Verður avgjørt í februar
Stjórin í Lina.net, Eirikur Bragason, váttar fyri Sosialinum, at fyritøkan hyggur við stórum áhuga at Føroyum sum ein møguleika at víðka virksemi sítt.
? Vit arbeiða í løtuni við at veita somu loysn uttan fyri Ísland, sum vit í løtuni veita í Reykjavík. Tað landið sum liggur næst Íslandi er Føroyar, og tí byrja vit har, sigur Eirikur Bragason.
Hann váttar eisini, at Lina.net hevur samband við fólk í føroyska innan fjarskiftismarknaðin, og at umboð fyri fyritøkuna í næstum koma til Føroya at hyggja eftir umstøðunum.
Í februar ætlar stjórin í fyritøkuni so at taka avgerð um tað kann loysa seg hjá fyritøkuni at koma inn á føroyska fjarskiftismarknaðin ella ikki.
Internet um stikkontaktina
Fer Lina.net at gera íløgur í at uppbyggja eitt framkomið internetkervi í Føroyum, fer hetta at merkja, at eitt fiburnet verður lagt út til allar ravmagnstransformatorar í teimum býum, har fyritøkan er hugað at veita internetsamband.
Húsarhaldini fáa samband við fiburnetið annahvørt við at fiburkaðalar verða lagdir inn í húsið, ella ígjøgnum ravmagnskaðal.
Tað hevur kostað fyritøkuni 120 milliónir krónur at leggja eitt slíkt fiburnet í Reykjavík.
Umframt at veita internetsamband við sera høgari ferð, veitir Lina.net eisini 22 digitalar sjónvarpsrásir og eina skipan, ið gevur møguleika at keypa filmar um netið, til viðskiftafólk síni um sama kaðal.
Sera stór ferð
Fyri at geva eina hóming av ferðini á tí internetsambandi, sum Lina.net veitir fyritøkum og húsarhaldum í Reykjavík, kann nevnast, at kapasiteturin á sambandinum frá einum húsi til høvuðsnetið er millum 2,5 og 4,5 Mbit/s. Til samanberingar er kapasiteturin, ið Føroya Tele leigar á Cantat kaðalinum til internetsamband, 8 Mbit/s. Her ígjøgnum fer í løtuni alt internetsamband millum Føroyar og útheimin.
Føroyingar høvdu soleiðis ikki fingið nógvan fyrimun av skjóta internetsambandinum hjá Lina.net, um allur trafikkurin skuldi ígjøgnum tey 8 Mbit/s, sum Førya Tele leigar til internetsamband á Cantat kaðalinum.
Men Eirikur Bragason, stjóri á Lina.net sigur, fyritøkan longu sjálv hevur leigað heilt fitt av kapasiteti á Cantat kaðalinum, ið nýttur verður til internetamband millum Ísland og umheimin, og at avmarkaði kapasiteturin hjá Føroya Tele tískil ikki merkir nakað fyri tað samband, ið Lina.net møguliga fer at veita.