Landsfelagið hjá almennum starvsfólkum í Danmark sum hevur út við hálva millión limir mælir nú til, at tað staturin ikki skal kunna lýsa verkbann.
Forkvinnan í felagnum, Bente Sorgenfrey, heldur, at eitt slíkt beinleiðis bann hjá almennum arbeiðsgevarum átti at verið umhugsað.
Eg hugsi, um tað í heila tikið skal vera lógligt fyri ein stat at lýsa verkbann. Tí staturin hevur ein ótømandi kassa at standa ímóti við, og tað gevur ikki eitt rættvíst stríð, sigur hon við Danmarks Radio.
Men danski fíggjarmálaráðharrin er als ikki samdur.
Hann kallar uppskotið »besynderligt og rundtosset«
Bjarne Corydon avvísir yvirhøvur at umhugsa uppskotið um, at amboðini í danska modellinum skulu broytast, so almennir arbeiðsgevarar missa teirra rætt til at lýsa verkbann móti almennum starvsfólkum.
Tað, haldi eg, hevði verið ógvuliga ivingarsamt, sigur hann við DR.