Oljuleiting og samfelag
-Men hvat nú - nú sigst álvara at vera í.
Nú fara oljufeløgini at leita, og kanningarnar komandi fara fyrst og fremst at snúgva seg um tað - tað vil siga, at tær verða meiri staðbundnar. Hvussu rekur akkurát her eg ætli mær at bora, og hvussu hart. Hvussu er botnurin her, og hvussu nógv dýr av hvørjum slag eru í nánd. Sjálvandi skulu feløgini vita hetta, men um tey bert halda seg til hetta, haldi eg, at tey gera eina dáragerð.
Viðurskiftini undir Føroyum eru sera skiftandi. Skuldi eitt óhapp komið fyri, haldi eg ikki, at vit í dag nóg væl eru før fyri at siga, hvat støðan fer at vera í einum givnum ári út frá eini støðu roknað út frá øllum árunum í miðal.
Skuldi tað so hent, at olja varð funnin, so meini eg, at miðað eigur móti at koma fram til ein frymil, ið kann lýsa avleiðingarnar av broytingum í havumhvørvinum, áðrenn ein framleiðsla fer í gongd. Ein slíkur frymil hevði, eftir mínum tykki, verið eitt nógv betur amboð hjá oljufeløgunum, enn staðbundnar kanningar, at meta um avleiðingar av óynsktum hendingum, og førleika fyri at seta inn við linnandi atgerðum. Tað hevði eisini givið Føroyum eitt óført amboð til at skilja umstøðurnar, møguleikarnar og avmarkingarnar náttúran setur, og eg haldi eisini, at oljufeløgini her høvdu víst og prógvað sítt vistfrøðiliga medvit.
Men skal hetta verða, eigur at verða arbeitt út frá hesum beinanvegin. Alt eftir sum man metur - kann tað verða so heppið/óheppið, at olja verður funnin longu í ár. Tíðin hevur tað fyribrigdi, at hon bara gongur og gongur, og verður ikki farið í gongd skjótt, kann tað skjótt blíva ovseint.
Hvussu verður ella ikki - um olja verður ella ikki - í Føroyum skulu føroyingar liva av náttúruni - og við náttúruni eisini aftaná eina møguliga ojuvinnu. Tí mugu vit fyrst og fremst hava hetta fyri eygað.
Góð manning
Gjøgnum árini við GEM hevur ein hópur av ymiskum fólki verið við í arbeiðinum. Fleiri og tjúgu (23 minnist meg rætt) oljufeløg hava luttikið, og um ikki øll líka aktivt, so hava øll verið umboðaði á stýrisbólkafundunum. Fólkini hava sjálvandi verið merkt av fleiri tingum, bæði sínum geografiska uppruna - mentan og virkismentanini á arbeiðsplássinum. Hetta hevur verið sera ymiskt, og ofta hava tað verið drúgvar samráðingar uttan fyri fundin fyri at fáa alt í lag. Men tað hevur so gingið.
Mitt í tíðarskeiðnum fór prísurin á olju í botn. Avleiðingin var ein rúgva av samanleggingum av feløgum, og fólk, ein var vanur at síggja, komu ikki aftur. Og feløgini vóru eisini meira varin við at nýta pening - fyri ikki at siga vórðu vorðin meira kørg. Eisini merkti hetta oljufólkini øll. Tey føldu seg ongantíð trygg í arbeiðinum. Í hesi tíðini var ein stýrisbólkafundur í Havn - og í døgurðatíðini varð farið niðan í Listaskálan at eta. Tá var eisini høvi at síggja føstu framsýningina. Eg haldi eisini, at Bárður vísti og greiddi frá. Meðan føroyingarnir drýptu høvur framman fyri stóru myndini av Mikines - heim frá jarðarferð - har syrgjandi fólk síggjast í einum báti, viðmerkti eitt av oljufólkunum, at hetta minti mest um ein nevndarfund í Amerada Hess.
Sum nevnt longu hevur ein hópur av fólki tikið lut í arbeiðinum. Summi hava verið meira aktiv enn onnur, og somuleiðis hevur verið ymiskt, hvussu undirtøkan hevur verið millum feløgini. Tað er ongantíð rætt at taka fólk framúr, tað kann lætt koma aftur um brekkur, men eg fari tó at loyva mær at nevna nøkur nøvn.
Og tað ber ikki til ikki at nevna Halvor Snarvold, sum hevur verið formaður í styrisbólkinum øll árini. Hann hevur víst eitt óført hegni at samansjóva øll áhugamálini í eina felags gongd, sum øll hava tikið undir við. Og samstundis hevur hann eisini víst Føroyum og føroyingum bæði virðing og áhuga. Eg haldi hann hevur stóra tøkk uppiborið, og ábyrgd av, at so nógv er komið burturúr.
Ein annar eg fegin vil nevna, er grái eminensurin, Brian Darracott, upprunaliga frá Shell, seinni sjálvstøðugur ráðgevi. Hann hevur í stóran mun hjálpt til við sáttmálum og krøvum til arbeiðstakarar. Umframt at hjálpa og vegleiða Atlanticon og stovnarnar. Fyrsta árið øtaðust vit nógv yvir stóru krøvini til trygging vit fingu álagt, og Tryggingarsambandið hevði heldur ikki nakrantíð tikið slíkar tryggingar fyrr. Tá segði hann stutt og greitt, at vit máttu fáa fingurin úr einum vissum stað. Í Aberdeen hevði hvør kiosk eina tílíka trygging. Og hetta kom eisini í lag.
Ein triði eg fegin vil nevna er formaðurin í geotekniska bólkinum øll árini, Colin Grant. Hansara framløgur yvir ætlaðar kanningar hava altíð verið væl fyrireikaðar og grundigar, við virðing fyri føroyskum ynskjum.
Tað eru sjálvandi nógv onnur fólk eg minnist við gleði t.d. Frank, Ann, John, etc etc. Men læt tað fara. Yvirhøvur hevur tað verið sera áhugavert og gevandi at møtt og arbeitt saman við so nógvum fólkum við ymiskum uppruna.
Samfelagsligu árinini
Men verður olja funnin mugu vit fyrst og fremst minnast til, at umhvørvi er meiri enn fiskur og fjørður. Árinini á samfelagið verður øgiligt, og mín vón er, at landsstýrið skjótt fer undir eina EIA og eina ERA fyri føroyska samfelagið segði Hjalti í Jákupsstovu í sera áhugaverda fyrilestri sínum.
Og hetta er júst tað, sum í løtuni er í gongd. Við fígging frá BP arbeiða fólk frá Fróðskaparsetrinum og bretska kanningarstovninum Menas við at gera eina slíka kanning, sum Hjalti í Jákupsstovu nevndi á almennu samkomuni á Hotel Føroyum, tá GEM líkasum takkaði fyri seg og gav seg í føvningin á nýggja áhugafelagsskapinum FOÍB.