Umhvørvið er raðfest høgt

Heðin Mortensen
borgarstjóri
????
Nú tað stundar móti sumri og ljósari tíðum, er vanligt, at feløg, skúlaflokkar o.ø. søkja kommununa um peningaligan stuðul til t.d. námsferðir.
Tí er umráðandi, at vit øll í felag hava greiðar mannagongdir, hvussu hesin stuðul verður veittur, og, hvussu bæði kommunan og felagsskapurin fáa sum mest/best burturúr.
Vit vita øll, at fram við vegum og gøtum, í fjøru og haga, á frílendum og aðrastaðni, er nógv órudd og óhumska at síggja. Ein máti at beina hetta burtur er at lata felagsskapum/skúlaflokkum stuðul fyri at rudda. Hetta skal sjálvandi verða gjørt við skili, umhugsni og undir eftirliti.
Eg havi, sum borgarstjóri vegna samgonguna og býráðið, sett mær fyri at skapa betri forstáilsi fyri einum reinum umhvørvi, og havi hugsað, at ein gongd leið er, at skúlanæmingar/felagsskapir rudda, planta trø og gera annað arbeiði fyri peningaligan stuðul/samsýning. Soleiðis vildi eg mett, at vit fáa eitt reinari og vakrari umhvørvi og størri/betri virðing fyri umhvørvinum, til gleði og gagns fyri øll í kommununi.
Mítt boð til okkum øll er, at eingin peningaligur stuðul verður veittur, uttan at okkurt arbeiði verður veitt aftur ímóti, sum t.d. at rudda, planta ella annað. Sjálvandi veit eg, at kommunan fær ymsar tænastur og hjálp frá nógvum orkestrum, kórum o.ø.