Umhvørvið stóð fyrst á breddanum, og skrivarin hjá strategibólkinum legði fram tað, tey høvdu viðgjørt á fundunum teirra. Bólkurin hevur orðað eina fyribils visjón, sum sigur, at umhvørvið skal verða frítt fyri mannaelvdari dálking og náttúruinntrivum, sum kunnu hótta heilsu menniskjanna, fjølbroytni og vakurleika í náttúruni. Men bólkurin hevur ikki viðgjørt, hvussu tey ein skal røkka uppskotunum málum, ella við øðrum orðum, hvørja strategi ein skal fylgja.
Strategibólkurin hevði býtt umhvørvið í níggju ymisk økir, har tey víðari hava orðað deilmál, sum merkir, at tey hava skotið upp, hvat tað er, sum skal røkkast á teimum ymsu økjunum. Og tað stutta av tí langa er, at tað er nógv at gera.
2,015% av fíggjarlógini brúkast til umhvørvið
Vit síggja aðrastaðni á síðuni, akkurát hvussu strategibólkurin hevur býtt umhvørvið upp, men vit kunnu í stuttum siga, at tað umfatar millum annað góðskukrøv, vinnu, útlát, veðurlagsbroytingar, lendisskipan, tilfeingi og Agenda 21.
Nógv sjónarmið vóru frammi, men eitt tað mest ítøkiliga var, at 2,015% av fíggjarlógini skal setast av til umhvørvið.
Onkur helt speiskliga fyri, at tað neyvan mundi vera av tilvild, at strategibólkurin var komin fram til júst 2,015%, nú teir nú eru partur av Visjón 2015 arbeiðinum. Men her varð víst á, at orsøkin til, at talið var júst 2,015% ikki var skemt, men tí at í Danmark og Íslandi, er prosenttalið sum verður sett av fíggjarlógini til umhvørvið nakað hægri og nakað lægri, og tey mettu tað vera rímiligt, at eitt tal mitt í millum, skuldi brúkast til umhvørvið burturav, og tað talið var so 2,015%.
Mugu byrja við tí ítøkiliga
Aftaná framløguna var kjak á skránni, har nógv ymisk og áhugaverd sjónarmið vórðu førd fram. Millum annað vísti løgmaður, Jóannes Eidesgaard, á, at vit mugu ansa eftir at kjakið ikki verður ov høgt flúgvandi og óítøkiligt: - Tað er týdningarmikið at fáa fólkið við, og tá nyttar lítið at tosa um vandamikil kemikaliir, sum skulu fáast av vegnum, tá vanligi føroyingurin næstan dettur um ruski í túninum. Vit mugu ikki gloyma tað ítøkiliga ruski, sum vit øll fáa gjørt okkurt við, og tað er nokk har vit skulu byrja, fyri at fáa fólkið við segði løgmaður millum annað, samstundis sum hann legði eina við, at arbeiði ímóti tí sjónligaruskinum og tí ósjónligu dálkingini eigur at fylgjast hond í hond.
Rusk og ikki burturkast
Millum alt tosið um hvussu tingini skulu skipast, og hvat skal gerast, helt Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin, at nógv hevði brotst til tað betra, um vit fingu eina hugburðsbroyting millum mannað.
Í orðaskiftinum var eisini nomið við hugtakið burturkast og hugtakið rusk. - Her var tað, at Kári Thomsen, formaður í Føroya Náttúruverndarfelag, vísti á, at vit eiga at venja okkum við at siga rusk, og ikki burturkast. - Staðið "burtur" er ikki til, og tann tíðin, tá vit tveittu rusk fyri bakka, er langt síðani farin. Í dag tveita vit onki fyri bakka, og tí er burturkastið avloyst av ruskinum.
Havnið Kyotoprotokollini
Strategibólkurin segði í framløgu sínari, at støða má takast um, hvørt vit skulu taka undir við Kyotoprotokollini ella ikki. Tey mettu greitt, at Føroyar ikki eru klárar at taka undir við Kyotoprotokollini, og mæltu til at havna uppskotinum.
Hesum er Kári Thomsen, formaður í FNU, sera ósamdur í, at tað gjørdi hann eisini vart við í orðaskiftinum. - Tað er greitt, at Føroyar ikki megna liva upp til krøvini í Kyotoprotokollini, men tað eru tað næstan ongi lond sum megna. Tað sum er týdningarmikið, at vit vísa fyri umheiminum, at vit taka undir við Kyotoprotokollini. Annars kann tað fáa stórar avleiðingar fyri fiskivinnuna, um útlendski keyparin sær, at Føroyar er eitt av teimum heilt fáu londunum í heiminum, sum ikki taka undir við protokollini, vísti Kári Thomsen á. Í tí sambandi kom eisini fram, at um Føroyar ikki megna at halda krøvini, sum er tað mest sannlíka, so ber til at keypa eina CO2 kvotu.
Hægri avgjøld
Eitt tað seinasta, sum kom fram í framløguni um umhvørvið var, at avgjøld skulu tillagast, soleiðis at tær vørur, sum dálka minst skulu kosta minst, og at tær vørur, sum dálka mest skulu kosta mest. Avgjøldini á tær dálkandi vørurnar og amboðini, skulu verða við at fíggja útreiðslur, sum almennu Føroyar hava av eitt nú at skráseta útlát og øðrum.