Umhvørvið og fólkaheilsuna á breddan í Klaksvík

Átakið kallast "Virkið vár"

Í tíðarskeiðinum 8. mai til 5. juni setur Klaksvíkar kommuna umhvørvið og fólkaheilsuna á breddan.

– Býurin skal vera karmur um størri og smærri átøk, sum skulu eggja borgarum at brúka býrúmið og náttúruna, stendur skrivað á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Undir heitinum Virkið vár verður varpað ljós á kropsliga og sálarliga heilsu, samstundis sum lagt verður upp til, at borgarar brúka náttúruna og harvið fáa upplivingar, sum kunnu eggja til góðar útivanar. 

Annika S. Biskopstø, forkvinna í heilsunevndini, sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, at hetta er fyrsta átakið hjá nýggju heilsunevndini, sum hevur til endamáls at eggja og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum.

Leygardagin 8. mai verður Virkið vár skotið í gongd. Skráin fyri Virkið vár er tøk á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.