Umhvørvisdagar í høvuðsstaðnum

Í døgunum frá 15. - 21. mai verður umhvørvisvika í Havnini. Nógv upplýsandi tiltøk verða, og tað verður eisini skipað fyri ruddingardøgum

Tórshavnar býrað skipar í døgunum frá 15. - 21. mai fyri einari umhvørvisviku. Tiltakið er ein liður í, at fáa Havnina til at verða ein reinari og umhvørvisvinarligan bý. Tað verður skipað fyri ruddingardøgum, har ið skúlar, ítróttarfeløg, skótar og onnur fara at luttaka. Øll eru vælkomin at hjálpa til at rudda.

Miðbýurin verður miðdepilin um umhvørvisvikuna. Har verður ein umhvørvismarknaður, har ymiskir básar verða. Millum annað verða smakkiroyndir av vistfrøðiligum matvørum, SEV fer at greiða frá orkusparandi tiltøkum, og okkurt verður fyri børnini eisini. Gongugøtan verður stongd fyri ferðslu alla vikuna.
Plantupakkar verða útflýggjaðir eins og undanfarin ár. Sunnudagin 21. mai verður skipað fyri umhvørvisgongutúrum. Ein serligur gongutúrur verður fyri tey rørslutarnaðu út á vatnverkið.

Ókeypis busskoyring
Alla vikuna verður ókeypis at koyra við býbussunum. Hetta er ein liður í at fáa fólk til at nýta kollektivu ferðsluna meira. - Fyrimunirnir við at fólk fara at nýta bussin meira, er at tað fer at loysa parkeringstrupulleikarnar í miðbýnum. Tað fer eisini at minka munandi um dálkingina og harafturat verður minni nýtsla av brennievni, sum er dýrkað sera nógv, og helst fer prísurin enn longur upp, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Vit fara at kanna, um tað ger nakran mun at hava ókeypis busskoyring, og um undirtøkan verður góð, fara vit at arbeiða víðari við at betra um busskoyringina, sigur Elin Lindenskov.

Á umhvørvisvikuni verður serligur dentur lagdur á at fáa eina hugburðsbroyting millum fólk. - Vit ynskja ikki, at fólk einans skulu rudda hesa vikuna og síðani fara aftur at kasta rusk í náttúruna. Tað má gerast eitt hjartamál hjá okkum øllum, at vit vara um náttúruna. Náttúran skal verða í hásæti, og vit ynskja at geva ein reinan og vakran bý víðari til okkara børn og abbabørn, sigur Heðin Mortensen.

Vissiónin hjá býráðnum er, at allar vágir og áir skulu verða reinar. Vit ætla at gera íløgur fyri 100 milliónir tilsamans. - Tá skal tað verða gjørligt at svimja millum bátarnar í Vágsbotni, sigur Elin Lindenskov við einum smíli.

Skráin fyri umhvørvisvikuni kann síggjast á www.torshavn.fo