Umhvørvisfólk mæla fólki frá at keypa fisk

? Vit merkja at umhvørvisverndarfólk nú eru farin í hernað ímóti fiskiskapi, sigur Olaf Olsen, stjóri á einum av teimum stóru feløgunum í fiskivinnuni

Umhvørvisvernd

Broddurin er ikki meiri enn tikin av herferðini ímóti grindadrápi, so er tað nógv, sum bendi á, at føroyingar hava fingið eitt nýtt stríð at hugsa um.
Og hetta er kanska ikki minni álvarsligt enn ágangurin ímóti grindadrápi.
Nú eru umhvørvisverndarfólk nevniliga farin í hernað ímóti fiskiskapi og eru farin at mæla fólki frá at eta fisk.
Og vindur hetta upp á seg, er tað eyðsæð, at tað kann gerast ein sonn vanlukka fyri føroyska búskapin.
Í øllum førum førum er hendan herferðin so smátt farin at merkjast í Føroyum.
Ein av teimum stóru reiðaravirkjunum í landinum er Beta og stjórin har, Olaf Olsen sigur, at hann heldur, at tey merkja tað væl, at ein herferð er farin ígongd í ímóti at eta fisk.
Herfyri fingu øll skúlabørn í Noregi eina tráðu í part frá nøkrum felagsskapum, men tað hóvaði ikki norsku djóraverndini.
? Eg sá á Portalinum nú ein dagin, djóraverndin í Noregi mótmælti hesum og mælti frá, at børn fiska við tráðu, tí tað er djórapínsla.
? Eg las eisini í einum blaði nú ein dagin, at sjálvur svenski kongurin kunngjørdi, at hann át ikki fisk úr Eystrasalti, tí har var so skitið.
? Og hóast kongur ikki hevur so stórt vald longur, sum hann hevði fyrr, kann tað vera, at onkur lurtar, tá ið tað er sjálvur kongur, sum talar og hann ivast ikki í, at alt hetta hevur sína ávirkan.
Tað er eisini ein sannroynd, at ymisk heimskend fólk hava talað ímóti at fiska fisk.

Útbreitt ímillum vanlig fólk
Olaf Olsen sigur, at hann so seint sum týsdagin fekk ein teldupost frá einum tilvildarligum fólki, sum sigur, at tað stúrir almikið fyri at fiskastovnarnir minka so nógv. Ì teldupsotinum verður eisini heitt á felagið hjá Olaf Olsen um at halda uppat at fiska.
? Tað er heldur ikki óvanligt at hitta fólk uttanlands, sum spyrja meg, hvussu er vorðið við fiskinum og um hann ikki er í ferð við at doyggja út. Og av tí sama vilja tey ikki eta fisk.
Olaf Olsen heldur, at júst tað, at talan er um púra vanlig fólk, sigur honum so mikið sum tað, at hetta er ikki bara nakað, sum melur í høvdinum á nøkrum fárum, fanatiskum umhvørvisverndarfólkum, men at hetta er nakað, sum eisini fólkið á gøtuni hugsar um og sum er útbreitt ímillum vanlig fólk.
Men hann veit ikki um hetta eisini er sprottið ímillum vanlig fólk ella um tað eru umhvørvisverndarfeløg, sum standa aftanfyri, ella um
? Eg veit heldur ikki, hvussu nógv tað ávirkar í løtuni, men hetta er eitt rák, sum er farið at gera um seg.
Og hann heldur avgjørt, at hetta er eitt mál, sum føroyingar eiga at hava í huganum.
?Vit hava í nógv ár verið rakt av eini herferð ímóti at drepa grind. Vit gjørdu sum rætt var og stríddust ímóti teirri herferðini. Og tað hevur hjálpt, tí ágangurin er ikki so stórur longur.
? Men nú tykist tað sum, at hendan herferðin er flutt yvir á vanligan fisk.
Annars hevur fiskaprísurin verið sera høgur í fleiri ár, men Olaf Olsen heldur, at tað kann hava havt sínar serligu orsøkir.
? Eg haldi, at tað, sum hevurt hjálpt okkum í nøkur ár, er at fólk hava ikki torað at etið neytakjøt, tí tey hava verið bangin fyri neytaøði. Og so skerst heldur ikki burtur, at nógv er gjørt fyri at fortelja fólki, shvussu sunt tað er at eta fisk.
? Men nú bendir nógv á, at fólk eru farin at taka heilsuna á fiski framum sína egnu heilsu.
Ì hvussu so er heldur Olaf Olsen, at okkurt er galið, tí hóast fiskaprísirnir eru falnir heilt munandi seinastu tíðina, hava tey, sum skulu keypa fisk, onki merkt til tað.
?Tey, sum skulu eta fiskin, betala akkurát líka nógv fyri hann í handlunum nú, sum tey hava gjørt. So hann er ikki blivin bíligari. Kanska er fiskurin enntá blivin dýrari. Tað merkir sostatt, at orsøkin til prísfallið er ikki bara tað, at fólk ikki vilja betala: Orsøkin er heldur hinvegin, at tey vilja ikki keypa.
Og tá ið eftirspurningurin er minkaður, fellur prísurin sjálvsagt hjá okkum, sum selja fisk, sigur Olaf Olsen.