EUBIA (Europæiske Biomasse Industri Forening) hava givið Ford "EUBIA 2007" heiðurslønina sum viðurkenning fyri teirra bioethanol drivnu bilar.
Hetta hendi á tí fimtandu bioevnisráðstevnuni í Berlin, har umleið 1.400 serfrøðingar úr meira enn 80 londum í eina viku kjakaðust um hvørjar avbjóðingarnar fara at verða í framtíðini viðvíkjandi orku og umhvørvi, og komu teir harvið nógv inn á bioorku.
Ford hava selt Focus Flexifuel við 1.8 litra motori síðan 2001 i Svøríki, eins og teir eisini eru byrjaðir í øðrum londum. Focus Flexifuel koyrir upp á E85, sum tað verður nevnt - ein blanding við 85 prosentum av ethanol og 15 prosentum av bensini. Dálkingin úr útstoytunum á hesum bilum er upp til 70 prosent minni enn á vanligum Ford Focus, sum einans koyra við bensini.
Í Svøríki eru umleið 80 prosent av øllum Ford Focus í Flexifuel útgávuni.