Umhvørvismedvit er ein fortreyt

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir, at virksemið í sambandi við oljuboring, sum higartil hevur verið í Føroyum, er fult forsvarligt, og at føroysk virki kundu lært av oljufeløgunum. Tær umhvørvisligu treytir, sum eru settar oljufeløgunum eru ájavnt við tær, sum verða settar í okkara grannalondum.
Tey oljufeløg, sum hava royndarborað á føroyskum øki hava víst, at tey eru tilvitað um umhvørvið. Oljufeløgini hava sokallaðar umhvørvisstýriskipanir, sum m.a. byggja á, at virki sjálvi hava ein orðaðan umhvørvispolitikk, umhvørvismál og mannagongdir fyri umhvørvisvernd.

Suni Petersen
Umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni



Fyrireiking til oljuvinnuna
Tá avgerð var tikin um at farast skuldi undir oljuleiting í Føroyum, máttu føroyskir umhvørvismyndugleikar fyrireika seg til at taka ímóti oljuvinnuni. Umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur samstarvað við umhvørvismyndugleikarnar í okkara grannalondum, og er okkara fyrisiting í stóran mun bygd á teirra royndir, serliga tær norsku.
Kunngerðir og reglur eru gjørdar fyri oljuvinnuna. Serliga kunnu nevnast kunngerðin um nðtslu og burturbeining av evnum og tilfari frá havstøðum og kunngerðin um heilsu, trygd og umhvørvi í samband við leitivirksemi, sum báðar komu í 2001. Hesar kunngerðir seta treytir fyri hvussu virksemið skal skipast, um nðtslu av kemiskum evnum o.a.
Eisini verður m.a. kravt, at áðrenn oljuleitingin byrjar, skal gerast ein umhvørvisfylgjumeting, har oljufeløgini skulu gera metingar av hvørjar avleiðingar virksemið kann hava á náttúru og umhvørvi, og hvussu virksemið kann fara fram umhvørvisliga forsvarliga.
Útbjóðing av økjum
Áðrenn oljufeløgini fingu tillutað øki til oljuleiting, var tað eitt krav, at tey skuldu greiða okkum frá teirra politikki, málum og mannagongdum á umhvørvisøkinum. Í sambandi við viðgerðina av umsóknunum varð stórur dentur lagdur á umhvørvisførleikan hjá feløgunum.
Saman við umsóknunum um leitiloyvi var umfatandi tilfar um náttúruna á økinum, sum søkt varð um, umframt frágreiðingar um møgulig kemisk evnu, sum fóru at verða nðtt, burturbeiningarhættir o.a.
Loyvi til royndarboringar
Sum kunnugt vóru tríggjar royndarboringar í 2001, og hevði Heilsufrøðiliga starvsstovan ábyrgd av at virksemið fór fram á ein umhvørvisliga nøktandi og tryggan hátt. Oljufeløgini skuldu hava góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni áðrenn boringarnar byrjaðu.
Bert evni, sum ikki eru skaðilig fyri náttúruna vórðu góðkend. Í viðgerðini av umsóknunum hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan hildið seg til altjóða reglur um nðtslu av kemikalium í sambandi við boring. Hetta er tann sonevndi OSPAR sáttmálin til verju av havumhvørvinum í landnyrðingsatlantshavinum, sum Føroyar tóku undir við í 1998. Nevnast kann, at Føroyar vóru eitt av fyrstu londunum, sum nðtti tær nðggju reglurnar um góðkenning av evnum í sambandi við boring, sum komu í gildi í 2000.
Umhvørviskanningar
Fyri at fáa eitt grundarlag at fylgja við í um virksemið ávirkar umhvørvið, kravdi Heilsufrøðiliga starvsstovan at oljufeløgini gjørdu lívfrøðiligar og evnafrøðiligar kanningar av havbotninum áðrenn oljuleitingin byrjaði.
Á sumri í 2001 gjørdu øll oljufeløgini í felag eina kanning av tí samlaða økinum har boringarnar fóru fram. Harumframt hevur hvørt einstakt oljufelag kannað og lýst umhvørvið nærhendis sjálvum brunninum, bæði áðrenn og aftaná boringina.
Eftirlit
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur, meðan boringarnar fóru fram, verið á eftirliti á boripallunum, har nðtt evni, útbúnaður, mannagongdir o.a. vórðu kannað.
Úrslitið var í øllum trimum førum, at mannagongdir og nðtt evni vóru í samsvari við tey givnu loyvini, og at feløgini høvdu væl útbygdar skipanir til at ansa eftir, at umhvørvið ikki verður dálkað. Tað er ikki óvanligt, at innanhýsis krøvini hjá feløgunum eru strangari enn myndugleikakrøvini.