Klokkan 14 í dag verður umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu sett á Skálatrøð.
Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini setur umhvørvisvikuna. Síðani fer Jóhanna Olsen at hugleiða um umhvørvi sum hheild. Elin Lindenskov fer at handa stuðulin til heilsu- og umhvørvistiltøk. Jógvan Olsen fer at greiða frá, hvussu ymsu planturnar skulu handfarast. Uni Arge og Hanus G. Johansen framføra tónleik. Í Grønakova er møguligt hjá børnum at planta sína egnu plantu.
Klokkan 15 verða plantupakkar útflýggjaðir, og í ár eru teir fleiri enn undanfarin ár. Til samans verða útlutaðir íalt 3.000 plantupakkar, ið eru samansettir alt eftir hvussu harðførar planturnar eru.
Í Kollafirði og Hesti verða trøini deild út sunnudag 29. apríl kl. 15.00 hjá umsjónarmanninum á staðnum. Á Hvítanesi, í Kaldbak, í Nólsoy og í Kirkjubø/Velbastað verða trøini deild út 5. mai. hjá staðbundnu nevndunum.