Umhvørvisvikan er dupultmoralur

Felagið Bygdabjarging, Høgni Johansen, Signabøur

 

Tórshavnar Kommuna skipar í heusm døgum fyri umhvørvsiviku. Sama kommunan, sum hevur arbeitt við hond og fót fyri at sleppa undan at gera eina umhvørvisárinskanning fyri bingjuhavnini á Oyrareingjum, sum man annars skal sambært havumhvørvislógini frá 2005. Tórshavnar Kommuna vil ikki gera eina slíka kanning, og onkursvegna hevur man klárað at bilt Innlendismálaráðnum inn, at arbeiðið upp á bingjuhavnina á Oyrareingjum er byrjað áðrenn 2005 á einum øki, sum í býarplaninum ikki bleiv lýst sum havnaøki fyrr enn í 2007. Hetta hongur sjálvsagt ikki saman.

Ein kommuna, sum ber seg soleiðis at, hevur ikki umhvørvi sum høga raðfesting. Bara tað, at stórar útbyggingar kunnu gerast uttan nakra sum helst viðgerð í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráð vísir, at umhvørvið onga raðfesting hevur í stórum málum.

Formaðurin í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, Elin Lindenskov, atkvøddi fyri at lata J&K Petersen gera arbeiðið upp á bingjuhavnina á Oyrareingjum vitandi um, at eingin umhvørvisárinskanning er gjørd. Hvussu nógv hugsaði Elin um umhvørvið? Tað nyttar einki at ganga og látast sum um, at umhvørvið hevur ein høga raðfesting, tá man bara hugsar um umhvørvi, tá tað er smáting í havnargøtum, talan er um, meðan man einki ger við umhvørvi, tá stórverkætlanir skulu gerast.

At látast sum um at Torshavnar Kommuna raðfestir umhvørvi høgt við einari umhvørvsiviku, samstundis sum man bevíst roynir at sleppa sær undan at gera umhvørvisarinskanning fyri eitt stórt bingjuhavnsprojekt upp á túsundtals fermetrar á Oyrareingjum, tað eitur - við einum útlendskum orði – hyklarí.