Umhvørvisvinarligar vørur á Torginum í Vági

Fríggjadagin fer Oluffa Joensen at hava bás á Torginum í Vági, har hon fer at selja og vísa fram umhvørvisvinarligar vørur innan eittnú vaskievni Mong av vaskievnunum ið eru at fáa, eru ikki ganglig fyri umhvørvið. Men tað finnast vørur innan vaskievni, ið eru niðurbrótilig í náttúrini, tí tey eru ikki kemiskt framleidd. Men hóast hetta, so er dygdin góð, og kanska enntá betri í mongum førum ,enn tá talan er um onnnur av meira skaðiligu evnunum.

Oluffa umboðar t.d. SA8 vaskievni, ið tekur burtur olju og skósvertu og annað, uttan nakrar trupulleikar. Og hetta er enntá við køldum vatni.

Talan er um alskyns vørur, ið eru niðurbrótiligar í náttúruni, og keypur ein hesar vørur, so er ein eisini við til at stuðla barnahjálpiarbeiði hjá Unicef.

Umframt vaskievni, so fæst eisini frá sama umboð vørur innan smyrsl, kropsrøkt og vitaminir og miniralir.

Oluffa Joensen er á Torginum í Vági fríggjadagin fyrrapartin og til klokkan 19.00 á kvøldi, og um vøra er eftir, so er hon eisini á Torginum leygardagin.