Umhvørvið fyrsta prioritet

Vit eiga altíð at geva umhvørvinum 1. prioritet og ikki minst tá talan er um eina nýggja vinnu sum oljuvinnuna

HESA vikuna verður fundur í GEM, har umboð fyri umleið 25 oljufeløg og føroyskar myndugleikar eru limir. Talan er um ein felagsskap, sum m.a. hevur til endamál at gera kanningar av umhvørvinum við Føroyar, nú oljuleiting og møgulig oljuframleiðsla stendur fyri durum.


SPURNINGURIN um umhvørvi eigur altíð at hava fyrsta prioritet. Hvussu keðiligur og drúgvur hann enn kann sýnast av vinnulívsfólki, ið eru altráð at sleppa í gongd, so er hann tann spurningurin, sum altíð eigur at liggja okkum fremst í huganum, tá vit fara undir nýggjar vinnugreinir, ið koma at hava broytingar við sær so ella so.


VIT eiga so heldur ikki bara at lata okkum lynda upplýsingar og royndir aðrastaðni frá. Tvørturímóti eiga vit - og hetta er eisini skylda okkara mótvegis komandi ættarliðum - at gera umhvørvi til ein kardinalspurning, tvs. at tað verður sligið fast við sjeytummaseymi, at í Føroyum verður ikki slakað í ella gingið uppá akkord við umhvørvisspurningum. Land okkara er so mikið tætt knýtt at havinum og tí har livir, at tað sigur seg sjálvt, at tá ein nýggj vinna sum oljuvinna tekur seg upp, so fer hon í longdini at hava ávirkan á umhvørvið.


NETTUP fyri at fyribyrgja óhepnum avleiðingum er tað so umráðandi at savna allar góðar kreftir, og nettup tí er ein felagsskapur sum GEM av so stórum týdningi. Ein av uppgávunum er at skráseta og kortleggja støðuna í dag, soleiðis at vit hava nakað at vísa aftur til um nøkur ár, fyri at vita, um ein nýggj vinna hevur gjørt seg inn á náttúru og annað livandi.


SUM skilst so er GEM-verkætlanin unik, tvs. at tað er fyrstu ferð í søguni, at so mong oljufeløg - í so góðari tíð undan eini oljuleiting og útviklingi annars - fara saman og seta út í kortið ein felags ?umhvørvispolitikk?. Og hví tá ikki brúka júst hesa verkætlan at slóða fyri og vera fyrimynd hjá øðrum eisini. Finst olja her og bæði oljufeløg og samfelagið fáa stóran vinning, hví tá ikki seta pengar av av yvirskotinum til nettup at víðariføra hetta so týðandi arbeiðið. Ja ein kundi hugsað sær, at Føroya GEM-verkætlanin kundi verið ?seld? og marknaðarførd aðrastaðni eisini. Og nú talan er um at minkað um óheppin árin av oljuleiting og -framleiðslu, hví tá ikki eisini slóða fyri og seta pengar av til at menna varandi orkukeldur.


GREENPEACE sigur ?No new oil? í Atlantshavinum. Vit siga: latið okkum seta pengar av frá lønandi nýggjum oljuleiðum á Atlantsmótinum til nettup kanningar og gransking í sambandi við at menna varandi orkukeldur. Finst stórt ríkidømi í okkara undirgrund, hví kunnu vit tá ikki vera undangonguland á hesum økinum?


VIT ynskja GEM-fólkunum vælkomnum til Føroya og góðan byrð við arbeiðinum - eitt arbeiði, sum eftir okkara tykki, skal vera við til at tryggja eina sunnan og skilagóðan útvikling á oljuøkinum um okkara leiðir. Ein slík verkætlan er eisini ein stór avbjóðing fyri føroyingar. Góða eydnu øll somul.


PS. Hesa seinastu tíðina hava verið frætt um eina ?nýggja? dálking av havbotninum kring oljukeldur. Hetta eru skakandi týðindi, sum vit eiga at taka í størsta álvara. Tað vísir seg, at móðran, sum verður brúkt í sambandi við oljuboring, hevur dálking við sær kring pallarnar. Henda dálking skal vera nógv verri enn hildið. Hetta er so avgjørt eitt mál, ið eisini vit eiga at hugsa um - her serliga við okkara gýtingarstovnum og fiskastovnum annars í huga. Ein spurningur er eisini, hvat verður gjørt við radioaktivitet, sum stendst í sambandi við oljuframleiðslu. Hóast hettaliggur langt frammi, so eigur tað eisini at verða sett á umhvørvislistan.