Eystanstevna
Á Eystanstevnu verða nakrar broytingar gjørdar í ferðsluviðurskiftunum í Saltangará.
Skipanin verður hon, at frá hóskvøldinum, 11. juni klokkan 19 til mánamorgunin, verður eingin gjøgnumkoyring á stevnuøkinum. Tað merkir, at Heiðavegurin verður stongdur frá Deild C og út til Teymavirkið. Í tíðini, meðan hesin parturin av Heiðavegi verður stongdur, verður ferðslan beind eftir vegnum á kaiøkinum hjá Runavíkar Havn.
Meðan stongt er, ber tó til at koyra til handlarnar, sum liggja millum Føroya Banka og Brotið, og til ber eisini at koyra frá Sjómansheiminum í Runavík og inn til Teymavirkið í Saltangará.