Síðani bústovnurin við Mýruveg í Klaksvík læt upp í januar, hava tey foreldur, hvørs børn ikki fingu innivist har, ikki fingið umlætting, sum hóskar børnum við autismu.
Fólk við autismu hava brúk fyri struktureraum lívi við so smáum broytingum í gerandisdegnum sum yvurhøvur gjørligt.
Tí er umráðandi fyri tey at hava eitt umhvørvi, ið er lagað til júst teirra tørv.
Fjálgalon varð í 1999 innrættað og lagað til børn, ið líða av hesi sjúku. Tað var tí eitt stórt afturstig fyri tey, ið ikki eru flutt heiman og enn hava tørv á umlætting, tá Fjálgalon læt aftur.
- Men nú eru tekin komin um, at landsstýrið ætlar at raðfesta serligan
tørv høgt. Tí gjørdu vit av, at leiga Dáanum húsini, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Í skránni fyri almenna býráðsfundin í seinastu viku, sæst, at avgjørt varð, at læknahúsini skuldu nýtast til heilsusystrarnar.
Men tann samtyktin er broytt, tí býráðið metir, at ummlætting til børn við autismu er meir átrokandi.
Umlætting alneyðug
Kári Lindberg úr Klaksvík, er ein av teimum, sum í fleiri ár stríddist fyri at betra um korini hjá børnum við autismu.
Hann sigur, at tað ikki kann sigast frá, hvussu gott tað er, at møguleiki er hjá foreldrum at børnum við autismu at fáa umlætting til børn síni.
- Hesi børn kunnu ikki yvirlátast til hvønn sum helst og ikki ber til at biðja onnur ansa teimum.
Kári sigur, at í fyrstuni fingu tey umlætting til sonin eina ferð um vikuna.
- Hetta var ein stórur lætti hjá okkum, sigur hann.
Sonurin, Torrey, býr nú á bústovninum fyri børn við autismu við Mýruveg í Klaksvík.
Enn eru fleiri børn í Føroyum við autismu, sum ikki hava fingið innivist á stovni. Onnur eru, sum foreldrini ikki vilja lata á stovn, meðan tey eru smá. Hesi foreldur hava stóran tørv á umlætting.
Tað hevur ikki borið okkum til at fáa upplýst, nær Fjálgalon letur upp aftur, men eftir hvat skilst, verða fundir í næstum um málið.