Tað gongur spakuliga framá í boringini av undirsjóvartunlinum, ið skal samanbinda høvuðsstaðin og SkálafjørðinÍ farnu viku vóru 63 metrar sprongdir á Hvítanesi og 46 metrar á Strondum. Í alt er hetta 109 metrar.
P/F Eystur- og Sandoyartunnlar boðar frá á Facebook síðu teirra, at tunnilin á Hvítanesi nú er komin niður á -47,3 metrar, meðan tunnilin á Strondum er komin niður á -70,3 metrar. Har tunnilin er djúpastur, er hann á -187 metrum.
Á Hvítanesi eru nú boraðir 1.379 metrar og á Strondum 1.526 metrar. Samanlagt gevur tað 2.905 metrar, skrivar P/F Eystur- og Sandoyartunnlar.
Umleið 100 metrar resta í, til komið er oman til rundkoyringina. Tá verður farið undir at bora bæði móti Hvítanesi og móti Rókini, umframt at hildið verður á frá Hvítanesi móti rundkoyringini.