Umleið 760 børn á summarlegunum í ár

Summarlegurnar í Leguhúsinum í Nesvík byrjaðu 27. juni. Umleið 660 børn og ung eru tilmeldað legunum í Nesvík. Harumframt hava stívliga 100 børn verið á legum í Sørvági. Ætlanin var at hava tvær ungdómslegur, men undirtøkan var ikki nóg stór, so tað verður bert ein lega, hon verður 3. ? 8. august, og enn ber til at tekna seg til ta leguna.

Áhugin fyri familjuleguni, sum verður tann 30. juli ? 3. august, hevur verið stórur, og legan er longu fullteknað, skrivar Trúboðin.