Heimsatlasið varð útgivið av tí almenna stovninum Føroya Skúlabókagrunnur í 1993.
Hetta var eitt stig fram á røttu leið hjá okkara skúlaverki. Tað var at frøast um, at skúlar við næmingum í 1. flokki og uppeftir nú kundu fáa eitt atlas á okkara egna móðurmáli, hóast lítið føroyskt kann verða skrivað í eini tílíkari bók.
Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn fólk varnaðust eitt og annað óvanligt við hesum atlasi. Stavingarlagið av kendum og ókendum londum og býum og støðum var sjónliga broytt í mun til aldargamlan sið nøvnum og stavingarlagi viðvíkjandi.
Men lat okkum fyrst lýsa, hvussu stórt ella lítið Heimsatlasið er. Tað verður frægast gjørt við sammetingum:
Heimsatlas, givið út av Føroya Skúlabókagrunni 1993 í samstarvi við Jóannes Rasmussen og Arna Noe Nygård (DLG), Kort- og Matrikelstyrelsen (A 336-91), Keypmannahavn, Liber Kartor, Svøríki og Ingi Joensen.
Stødd 11 x 30 cm.
97 síður
Uml. 5400 leitiorð
Det Bedstes Store Verdens Atlas 1966, givið út av Reader´s Digest, lagt til rættis og redigerað av Frank Debenham, OBE, MA, DSC, (HON), professari í geografi, Cambridge University. Tann danska redaktiónin: Dr. pihl. Aa. H. Kampp og cand. mag. Åge Andersen. 53 stovnar og persónar úr øllum heimspørtunum samstarvaðu.
Stødd 27x40 cm.
216 síður
Uml.24000 leitiorð
Í Heimsatlasinum hava eini 100 býir og støð tvey heiti: Bergen/Bjørgvin, Bornholm/Burgundarhólmur, Cape Provinc/Høvdaland, Cape Town/Høvdastaður, Dacca/Dhaka, Guangzhou/Kanton, Huang-He/Gulaá, Makassar/UljungPandang, Maniitsoq/Sukkertoppen, Perluáin/Si-kiang o.fl. Hetta er fløkjasligt; neyðars skúlabørn, hvat skulu tey velja? Kanska kann lærarin veita børnunum ta neyðugu hjálpina…
Í øldir hava føroyingar siglt fram við Lindesnes, suðurendin í Noregi, á veg til og úr Keypmannahavn. Skal tað nú verða terpað í okkara børn, at nesið eitur Líðandisnes?
Tann langa oyggin við Kalmarsund (er ikki í Heimsatlasinum) í Svøríki eitur Øland. Í Heimsatlasinum er navnið føroyskað til Oyland. Hetta hevur sjálvandi einki við oyðiland at gera. Men hví varð nú Malmø ikki í sama andadrátti føroyskað til Málmoy?
Í Stórabretlandi eru tríggir býir við heitinum Newcastle. Teir eita Newcastle-upon-Tyve, Newcastle-under-Lyme og Newcaste Emlyn. Í Heimsatlasinum er bert ein býur við hesum navni, og hann hevur einki identitetsuppískoyti.
Nógvir býir í USA, (Sambandsríkið Amerika, so ivast eingin), eita Columbus; í Heimsatlasinum er bert ein býur við tí navninum, og tað er ikki føroyskað við einum K-ið. Men lond og býir, uppkallað eftir Christoffer Columbus, eitt nú Columbia og Cuba, eru føroyskað við K; eins og Chile er føroyskað til Kili.
Tann kviki lítli Óli í 4. flokki spyr læraran í landalæru, hví Skúlabókagrunnurin ikki hevur broytt Chicago til Kikágó akkurát sum Kili. Lærarin bað Lítla Óla passa síni ting. Annars veit Lítli Óli so væl, at landalæra og geografi er tað sama, men tað torir hann ikki at siga, meðan lærarin er hjástaddur. Ein slíkur lærari má haldast at vera ein hóttan móti barnasálini og sostatt ein samfelagsfíggindi, fyri at vera í terminologiini hjá Henrik Ibsen
Annars er tað framvegis kjokkfult av c-um í Norður- og Suðuramerika, men tey fer Skúlabókagrunnsins trojka sjálvandi at lúka og burturbeina, tá ið hon rættiliga er farin undir arbeiðið við einum nýggjum Heimsatlasi.
Av teimum heilt nógvu býarnøvnunum, ið byrja við New, eru einans 5 føroyskað við einum Ný, t.d. Nýsæland, Nýguinea. Peru fekk eina striku yvir u-ið, so varð tað landið føroyskað.
Polen er í Heimstlasinum broytt til Pólland. Um landið er kallað upp eftir einum reystmenni, Pól av navni, ja, so vita vit tað. Aðramáta má navnið haldast at vera óheppið. Um nú Skúlabókagrunnurin kundi broytt navnið av nýggjum til Pollandia, so hevði tað fingið eina musikalska rytmu saman við øðrum landanøvnum í Europa: Tjekkia, Serbia, Kroatia, Albania, Italia, Spania, Belgia og so Pollandia.
Síðurnar 64 og 65 í Heimsatlasinum eita Norðurkollur (Arktis) og Suðurkollur (Antarktis). Hesi bæði føroysku nøvnini Norðurkollur og Suðurkollur finnast ikki í orðabókini. Kanska fara tey onkuntíð at koma í orðabók og tá merkja ísfrítt og líðka. Heimsatlasið er ikki uttan visiónir.
Tað sigst, at eini 20.000 føroyingar búgva í Danmark, men í Heimsatlasinum búgva teir í Danmørk. Kann vera at onkur føroyingur eitur Dan Mørk. Og kanska hann býr í Danmørk. Tað hevði verið stuttligt. Slíkt kann fáa børn og vaksin at flenna.
Ein trojka í Skúlabókagrunninum er farin undir fyrireikingar til útgávu av einum nýggjum Heimsatlasi. Størsti trupulleikin hjá henni verður óivað Kina. Í hesum stóra landi eru býir og staðarnøvn í stóran mun skrivað við c, w, x og z, og tá ið hesi nøvn skulu gerast føroysk, kann tað sjálvandi ikki koma upp á tal at brúka hasar í Føroyum bannlýstu bókstavir. Ein loysn kundi kanska verið, at trojkain fór til Kina saman við einum ella tveimum arbeiðsleysum forstjórum, nú landsstýrið fer at niðurleggja nakrar ráðharrastovur. Í Kina – skal úttalast á sama hátt sum Kili – kunnu hesi serkønu gera neyðugt umsetingararbeiði har á staðnum. Borð og stól kunnu tey saktans fáa til láns á onkrari íslendskari sendistovu í Peking ella Zhengzhou ella kanska í Beijing. Á sendistovuni har fáa tey sjálvandi ta neyðugu málsligu vegleiðing og hjálp.
Niðurstøða.
Vónandi hava tey 17 árini, Heimsatlasið hevur á baki og tað nógva, ið er sagt og skrivað um atlasið, lært okkum, at útgáva av einum atlasi krevur heilt øðrvísi útbúgvið fólk enn tey, ið eru dugnalig til at geva út skúlabókur á vanliga høgum stigi. Bøkur, ið útihýsa fjákuta indoktrinering til skaða fyri kritiska sansin hjá ungum og gomlum.
Fólk við teirri serútbúgving og serkunnleika, ið krevst til útgávu av atlasi, høvdu vit í 1993. Men tey vórðu ikki brúkt. Somu fólk eru tøk í dag. Serkunnleikin kann (kanska) nýtast sum vegleiðari, men við ongum avgerðarrætti. Tey 17 árini hava einki broytt.
Allar góðar kreftir, ið vilja okkara skúlabørnum væl, her og nú og í framtíðini, mugu virka fyri, at skommin við atlasinum 1993 ikki endurtekur seg. Og tað gerst einans við at lata veruliga serkunnleikan sleppa framat og ráða. Slíkar reglur eru eisini galdandi, tá ið dugnaligir lærarar geva út bøkur skikkaðar til skúlabrúks á øllum stigum.