Helena Heinesen Rebensdorff, eisini kend sum Brimheim, spælir í vikuskiftinum í Føroyum. Í Fuglafirði og í Havn.
Danskt/føroyski tónleikarin hevur av álvara gjørt vart við seg, og nú er fyrsta heila útgávan hjá henni á gáttini.
Danskir ummælarar standa í bíðirøð fyri at rósa Brimheim, ið nýtir millumnavnið hjá mammu síni, Elin Brimheim Heinesen, sum listanavn.
Berlingske.dk hevur í dag eitt ummæli, har útgávan hjá Brimheim fær 5 av 6 møguligum stjørnum, og verður útgávan annars róst til skýggja.
- Ein veit at ein hevur fatur á onkrum serstøkum, tá hárini á arminum reisa seg. Gásahold lýgur ikki... ...ein kærkomin áminning um, hvussu gandakendur tónleikur kann vera, skrivar ummælarin.
- Orsøkin er, at eg havi havt eina nýggja útgávu í oyrunum, skrivar ummælarin, og sipar til útgávuna hjá Brimheim, ið hevur heitið “can’t hate myself into a different shape”, ið ummælarin metir vera eitt nýtt og óvanliga gávuríkt navn á danska tónleikapallinum.
Hann heldur ,at ein styrki er, at Brimheim ger “noget så gammeldags som emotionelt flossede rocksange med store iørefaldende omkvæd, masser af drama og tårnhøje kunstneriske ambitioner”.
- Brimheim er fuldt på niveau med sine udenlandske rocksøstre. Og med sit stærke debutalbum viser hun, at hun både har sangene, stemmen og vingefanget til at kunne begå sig langt uden for Danmarks grænser, skrivar ummælarin á berligske.dk í dag.
Ummælið kann lesast her í fullari longd: Danmark har fået en ny stor rockstemme. Hun hedder Brimheim. Og hun skriver sange, du ikke kan gå uberørt fra (berlingske.dk)