Ferðsla
- Vit fara at gera, tað vit kunnu-og tað skal nokk ganga.
Hans Djurhuus, sýslumaður í Norðoyggin stúrir ikki, hóast hann væntar ógvuliga nógvar bilar í Norðoyggjar, nú Norðoyatunnilin letur upp.
Hann sigur, at løgreglan fer at gera, tað, sum stendur í hennara makt. Allir mans í Norðoyggjum eru tøkir og harafturat koma tvær motorsúkklur úr Havn og tær fara at koyra á vegunum í Norðoyggjum og ansa eftir ferðsluni út í eitt frá leygardegnum til sunnumorgunin.
- Nú er tað so fast samband, so skuldi tað verið neyðugt, ber eisini til at fáa eyka manning úr Eysturoy, ella úr Havn.
Annars hava summi stúrt fyri ferðsluni í Norðoyggjum, nú tað er ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar. Serliga verður stúrt fyri ferðsluni í teimum einsporaðu tunlunum í Norðoyggjum, tí verður nógv ferðsla, er vandi fyri, at ferðslan stendur føst í tunlinum og standa tunlarnir fullir av bilum, er tað væl eisini ein trygdarspurningur.
Hans Djurhuus sigur, at ætlanin er ikki at hava serliga vakt við tunlarnar at leiðbeina ferðsluna ígjøgnum.
Hinvegin hevur Landsverk sett skelti upp norðanfyri tunlarnar, við boðum til bilførarar um at halda eina ávísa frástøðu.
Tað eru bilarnir, ið koma norðaneftir, ið hava víkiskyldu og fyri at tunlarnir ikki skulu typpast, er ætlanin við skeltunum, at tað skal altíð verða mikið langt ímillum bilarnar, ið fara inn í tunlarnar norðanífrá, at tað altíð skal vera pláss fyri teimum inni á víkiplássunum.
Halda bilarnir, ið koma norðaneftir, ikki frástøðuna, er vandi fyri, at tað ikki er pláss fyri teimum á víkiplássunum og so stendur ferðslan føst í t unlunum.
Tí vónar sýslumaðurin, at bilførarar akta boðini um at halda frástøðu fyri at sleppa undan trupulleikum.
Brúka bilførarar vit og skil, ber alt til, leggur hann afturat.