Umráðandi at halda grýtuni í kók

-Tað ræður um at halda grýtuni í kók og fáa so nógva vitan um undirgrundina sum yvirhøvur gjørligt sigur Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, ið fegnast um, at StatoilHydro fer undir eina umfevnandi seismiska verkætlan.

-Tað sær ikki so galið út við áhuganum fyri Føroyaøkinum, hóast tað hava verið bakkøst. Hetta sigur stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen og við hesum sipar hann til, at tað er sera umráðandi fyri føroyska oljuleiting, at feløg gera kanningar, sum vónandi aftur kunnu føra til, at tað verður borað. Petur Joensen er fegin um, at StatoilHydro hevur avgjørt at longja sítt loyvi frá 2. útbjóðing og nú fer undir eina størri seismiska kanningarætlan, sum sambart keldum hjá Sosialinum fer at kosta einar 200 mill. kr. tvs. nærum tað sama sum tað kostar at bora ein brunn.

 

Petur Joensen leggur dent á, at tað er týdningarmikið fyri leitingina, at virksemi er alla tíðina.

 

-Tað finnast sera nógvir áhugaverdir strukturar í føroysku undirgrundini, sum kunnu goyma olju og gass, og tað, sum umræður, er at fáa teir kannaðar leggur hann aftrat.

 

Higartil hava verið fleiri bakkøst, men tey hava eisini givið týðandi upplýsingar og summi hava ávirkan á onnur leitimið. Potentialið er stórt enn.

 

3. útbjóðing

Á Jarðfeingi sita tey í løtuni og leggja seinastu hond á tilfarið til 3. útbjóðing. Hetta hevur tó ikki stóran skund, tí í løtuni eru øll eygu vend móti nýggjari útbjóðing í bretskum øki. Petur Joensen sigur tó, at loyvini fara at verða latin í hesum árinum. Annars heldur Jarðfeingisstjórin tað eisini hava stóran týdning fyri okkum, hvussu úrslitið verður av eini komandi rundu í bretskum øki vestan fyri Hetland. Sum skilst verða latin fleiri loyvi upp at føroyska markinum í hesi nýggju útbjóðingini. Hon lat aftur herfyri, og stórur áhugi tykist vera fyri henni.

 

Hann vil einki siga um áhugan enn fyri okkara komandi útbjóðing. Annars fegnast stjórin í Jarðfeingi um tíðindini í Sosialinum herfyri um, at tað møguliga verða boraðir tveir brunnar á landgrunninum næsta ár. –Vit vita um tann eina, nevniliga tann, sum ENI fer at bora. Hin brunnin vita vit enn einki um, men er tað rætt, sum tit skriva, so er tað gott, um vit fáa tveir brunnar næsta ár. Hin brunnurin, sum vælvitandi keldur siga frá, er í loyvi, sum Chevron stendur fyri. Og sum liggur beint nærhendis Rosebankoljuleiðini á bretskum øki.

 

Jarðfeingi ætlar sær at vera á altjóða oljuframsýningini í Stavanger í heyst. –Vit vóru ikki við í fjør, men vinnan vil fegin hava okkum at vera við, og tí hava vit tikið avgerð um at fara til ONS í august sigur Petur Joensen. Tað er annars Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum, sum tekur sær av føroysku luttøkuni á ONS. Sum skilst eru fleiri føroyskar vinnufyritøkur hugaðar fyri at luttaka á føroyskum bási í Stavanger.