Kommunutíðindi
Eiði:
Tað er umráðandi framhaldandi at skapa góðar karmar hjá vinnulívinum at virka í, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri í Eiðis Kommunu. Tí tað er jú frá hesi somu vinnu, at inntøkurnar hjá kommununi stava, sigur hann.
Vinnan hevur givið væl í kommunukassan á Eiði seinnu árini, letur borgarstjórin at. Í fjør var samlaða skattainntøkan til dømis trígjar milliónir meira, enn roknað varð við.
Tríggjar bygdir eru í Eiðis Kommunu. Eiði, við Ljósá og Svínáir. Men tað er á Eiði tær stóru utbyggingarnar verða, og tað er eisini her, komandi útstykkingin í kommununi verður gjørd, sigur borgarstjórin. 24 grundstykki er talan um.
Um tær báðar smærru bygdirnar sigur hann, at har verða eisini ávís kommunal arbeiði gjørd í summar.
Við Ljósá verður farið undir at breiðka vegin oman til lendingina, tí hann er ikki nóg tryggur at ferðast eftir, sum er.
Í Svínáum treingir til at verða bøtt upp á kloakkskipanina, og tað arbeiðið verður farið undir nakað skjótt, sigur Tordur Niclasen.
Fíggjarkarmur
Eiðis Kommuna hevur lagt fíggjarkarmin fyri árið í ár. Roknað verður við sløkum 14 milliónum í vanligari skattainntøku í ár, sigur borgarstjórin. Umframt kemur so partafelagsskattur og annað, so samlaða skattainntøkan er sett til at verða 15,8 milliónir krónur.
Íløgukarmurin hjá Eiðis Kommunu er trengri, enn ynskiligt kundi verið. Hann er settur til 2,5 milliónir krónur.
Men nakað fæst so gjørt fyri tann peningin kortini. Eitt nú skal fyllast út Suðuri undir Gerði, har nýggja virkið, sum skal taka í móti sjúkum alislógvi, skal liggja.
Umstøðurnar á havnarlagnum skulu eisini betrast í aðrar mátar, sigur borgarstjórin.
Umstøðurnar á nýggja havnarlagnum innan fyri syðra grótkastið hava ikki verið nóg góðar. Myrkt hevur verið framvið, og atløgupláss mangla til smærru bátarnar.
Ljós verða nú sett upp, so tryggari gerst at ferðast har. Men hvussu gerast skal við bátaplássini er enn ikki avgjørt. Tankar hava verið frammi um ymsar loysnir, men eingin avgerð er tikin.
Hinvegin er greitt, at verandi flótibrúgv skal styrkjast, tí mett verður ikki, at hon klárar trýstið, sum er á henni, tá allir bátarnir, sum rógva út um várið, liggja við hana.
?Alt kann tó ikki gerast í ár. Tí forðar íløgukarmurin fyri, sigur borgarstjórin.
Men ytri á havnarlagnum, uttan fyri flakavirkið, stendur ein tóm høll, sum bygdarráðið fegið vil hava virksemi í. Arbeitt verður við ymsum møguleikum, sigur Tordur Niclasen, sum vónar, at okkurt fer at koma í gongd har nakað skjótt.
Oman fyri nýggja havnarlagið, Uppi á Grind, er høgt berg, har fólk regluliga gongur. Trygdin har hevur ikki verið nóg góð, men tað verður bøtt munandi um tað nú. Har verður hegnað av allan vegin fram við klettinum.
Av øðrum trygdartiltøkum nevnir Tordur Niclasen vegbungur, sum lagdar eru í vegirnar fyri at økja ferðslutrygdina á Eiði.
Skúli og útstykking
Skúllaútbyggingin, sum gjørd varð saman við ítróttarhøllini, er við at vera komin undir land, sigur Tordur Niclasen.
Umleið 700 fermetrar eru bygdir afturat. Talan er um ymsar serstovur, sum kravdar eru eftir nýggju skúlalógini. Eisini er ein aula gjørd í nyggja bygninginum, sigur hann.
Arbeiðið upp á ítróttarhøllina hevur ligið stilt eina tíð, men verður nú tikið uppaftur. Har manglar ikki tað heilt stóra soleiðis, greiðir borgarstjórin frá. Settar eru tvær milliónir av til høllina í ár, og Tordur Niclasen roknar við, at hon verður liðug í hesum árinum. Tað fer at hjálpa væl upp á trivnaðin í bygdini, heldur hann.
Annars er ymisk at taka til í frítíðini. Eiðis Bóltfelag hevur virkið felagslív. Kristiligar samkomur hava ymiskt at fara til, eins og kvøldskúli eisini er.
?Og so eru tað vit gomlu, »motionistarnir«, sum brúka fimleikarhøllina í skúlanum til eitt nú badminton og tílíkt, greiðir borgarstjórin á Eiði frá.
Eisini á Eiði er eftirspurningur eftir grundstykkjum, og kommunan hevur eisini ætlanir tann vegin.
Uppi á Kollshjøllum, oman fyri Hotel Eiði, eru fýra stykki framvegis tøk. Men nýggj útstykking við 20 grundstykkjum er ávegis Úti á Horni frá svinginum beint uttan fyri ítróttarhøllina og út gjøgnum Gerði.
Hóast fleiri fyrispurningar og eisini onkur beinleiðis umsókn er komin, er eingin avgerð tikin um, nær spakin verður settur í, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri.
?Samráðinganar við eigararnar skulu vera fyrst, og tær hava ikki verið enn, sigur hann.