Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var í gjár á fundi við norðurlendsku starvsbrøður og starvssystrar sínar, har avbjóðingar við koronu og skatting av talgilda búskapinum vóru høvuðsevni.
Norðurlendsku ráðharrarnir í fíggjarmálum máttu kortini hittast á netinum orsakað av koronustøðuni, og danski ráðharrin í fíggjarmálum, Nicolai Wammen, var fundarstjóri.
Støðan við koronu var eitt av høvuðsevnunum á fundinum, tí í nógvum londum – eisini í Norðurlondum - hevur koronafarsóttin havt munandi avleiðingar fyri búskapin.
– Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir umrøddu, hvussu umráðandi tað er at handfara búskaparligu avleiðingarnar av farsóttini og samstundis tryggja langtíðarhaldførið í búskapinum, sigur Fíggjarmálaráðið.
– Eisini umrøddu ráðharrarnir skattligu avbjóðingarnar, sum standast av tí alsamt økta talgilda búskapinum og sum m.a. OECD arbeiðir við at finna eina loysn á – væntandi miðskeiðis í 2021.