Umrøddu SMS-deildina, kvinnulandsliðið og EM

(FM1) Hallur Danielsen, venjari hjá H71-kvinnunum og Ingi Olsen, venjari hjá VÍF-kvinnunum vitjaðu SportBoxina í dag

Til SportBoxina í dag hevði hondbóltsreportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal mannað eitt hondbóltspanel.

 

Gestir vóru venjararnir hjá oddaliðunum í SMS-deildini, Hallur Danielsen hjá H71 og Ingi Olsen hjá VÍF.

 

Umframt spennandi oddastríðið í SMS-deildini millum H71, VÍF, Neistan og Kyndil umrøddu Sjúrður, Hallur og Ingi eisini avrikið hjá kvinnulandsliðnum niðri í Sveis og EM-kappingina í hondbólti, ið er í hesum døgum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina.