info
Ongi úrslit

Umrøður avloysa minningarorð í Útvarpinum

Umrøður í tíðindasendingunum í Útvarpinum avloysa minningarorð um farin ting- og landsstýrisfólk

info
Theodor E. D. Olsen
24. januar 2007 kl. 13:03
FJØLMIÐLAR




Gerhard Lognberg, javnaðartingmaður, fýlist á, at Útvarpið ikki hevði minningarorð um fyrrverandi partamannin, Jógvan Adolf Johannesen, sála, sum andaðist herfyri.
Hetta skrivar Gerhard Lognberg í minningarorði um Jógvan Adolf Johannesen í bløðunum í gjár.
Men sambært Jógvani Jespersen, kringvarpsstjóra, er tað ikki av tilvild, at Útvarpið ikki hevði heitt á nakran uttanífrá at halda minningarorð um Jógvan Adolf Johannesen.
- Vit hava havt ta skipan, at vit hava havt minningarorð um fólk, sum hava sitið í Løgtinginum ella í Landsstýrinum, sigur Jógvan Jespersen, og leggur afturat, at hetta hevur galdani uttan mun til, um fólkini hava sitið stutt ella leingi sum fólkavald.
Kringvarpsstjórin sigur tó, at tey nú hildu, at tíðin var farin frá hesum, og ístaðin hava tey valt at hava umrøður av fólkum, sum eru farin, í tíðindasendingunum. Hetta kann eisini umfata persónar, sum hava verið markantir á annan hátt í samfelagnum enn at hava tikið lut í politikki.


Sjónvarpið gjørdi tað sama

- Vit hava altso broytt tað til, at vit eru farin frá einum minningarorði, sum onkur annar helt, til at umrøða viðkomandi, greiðir Jógvan Jespersen frá og minnir á, at ta fyrstu tíðina hevði Sjónvarpið eisini minningarorð um politikarar, ið ikki longur vóru okkara millum, men at hetta síðani varð umskipað, so at umrøður komu ístaðin.
Jógvan Jespersen viðgongur tó, at tey høvdu ikki varnast beinanvegin, at Jógvan Adolf Johannesen var farin, og tí var umrøðan ikki fyrr enn tann dagin, jarðarferðin var.
Fyrsti politikarin, ið varð umrøddur eftir at nýggja skipanin kom í gildi í Útvarpinum, var Karolina Petersen, sála, ið var fyrrverandi landsstýriskvinna. Hon andaðist 11. oktober í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FM heitið hjá Sigga Rag og NSÍ gevur endurljóð í Íslandi

1 tími síðan
Hondbóltur

Skuru tapti í Västerås

1 tími síðan
Hondbóltur

Valur vann føroyingauppgerðina í Garðabær

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður er boð­in at syngja karaoke í Finn­landi í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Miðlar: Bolsonaro farin úr Brasil eftir valtapið

2 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump: Vápna­hvíld­in í Ukra­ina er víðkað

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Skal tað loysa seg at arbeiða – ella at eiga?

4 tímar síðan
Tíðindi

Kanningar á val­støð­um: Eing­in greið­ur vinn­ari í Ísrael

4 tímar síðan
Fótbóltur

U17-landsliðið tapti greitt fyri Rumenia

4 tímar síðan
Tíðindi

Ísrael noktar at leingja atkvøðugreiðsluna

4 tímar síðan
Fótbóltur

Dysturin B68-NSÍ byrjar longu klokkan 14 leygardagin

5 tímar síðan
Tíðindi

Lavrov: Einki nýtt kom burtur úr samrøðuni við Putin

5 tímar síðan