Fyrsta sunnudag í juli er minningardagur teirra, ið eru deyð í ferðsluvanlukku.
Ein dagur, at blómur verða lagdar á tey støðini kring landið, har fólk hava latið lív í ferðsluni. Hetta fyri at minnast tey, sum eru deyð í ferðsluvanlukkunum og eisini fyri at varpa ljós á teir vandarnar, sum eru í ferðsluni.
Rigmor N. Arge, sum er sálarfrøðingur og karakteranalytikari, heldur tað vera umráðandi, at tað er ein árligur minningardagur fyri tey, ið eru deyð í ferðsluni.
- Tað hevur alstóran týdning, at vit hava henda dagin, tí Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tey flestu eru á ein ella annan hátt rakt av ferðsluvanlukku, sigur Rigmor N. Arge.
Minningardagurin, sum í ár er í morgin, kann hjálpa teimum avvarandi, ið hava mist í ferðsluvanlukku og vera ein týdningarmikil partur fyri at tey kunnu koma víðari í lívinum og fáa ein gerandisdag aftur.
- At hava ein dag, har vit markera og minnast er týdningarmikil fyri at kenna sorgina, men hevur eisini eina fyribyrgjandi effect fyri okkum onnur, sum koyra á vegunum, sigur Rigmor N. Arge.
Í seinnapartssendingini á Rás2 fyrr í vikuni greiddi Rigmor N. Arge frá týdninginum av minningardegnum og um, hvussu avvarandi best møguligt kunnu koma víðari í lívinum, eftir at hava mist ein kæran í ferðsluvanlukku. Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna.